Kom í song við okkum!

Bólkasex, konubýti ella partnaraskifti. Heitini eru so mong. Men í dag verður alt hetta rópt Swingarasex. Áhaldandi leysasøgur um føroyskar Swingara-klubbar verða nú váttaðar. Rákið hevur prátað við eitt par, sum púra opið greiðir frá royndum teirra sum swingarar her í Føroyum

Ein týsdag í apríl leiti eg mær inn í eini vøkur føroysk hús, har eg skal hitta Jan og Lenu, eitt par, sum rópar seg swingarar. Hetta merkir, at tey bæði av og á hitta onnur fólk, sum tey fara í song við - saman.

Eg verði ógvuliga vinaliga móttikin, tá eg tríni inn. Tað slær meg, at Lena og Jan, sum bæði eru í 40’unum, eftir øllum at døma liva eitt púra vanligt familjulív, tí her er onki óvanligt at síggja.

Verið boðin út í køkin, har ein sólstrála rakar morgunmatarborðið. Meðan kaffi bryggjar og rundstykkini tiðna í ovninum, ferðast tankarnir hjá vertsparinum til undanfarnu nátt, tá sexuellu dreymar teirra enn eina ferð gjørdust veruleiki. Tey høvdu vitjan av einum hjúnum, sum tey bjóðaðu upp í hjúnasongina. Tað er hetta tey rópa swingarasex.

- Hvussu ber tað til, at tit hava áhuga fyri swingarasex? Spurningurin støkkur úr mær.

Lena greiðir frá, at hon altíð hevur verið sera virkin sexuelt, men at Jan ikki var tað, áðrenn hann hitti hana. Hon hevur altíð eksperimenterað við ymiskum, eitt nú við nógvum ymiskum partnarum. Harafturímóti var Jan rættiliga óroyndur, tá tey komu saman. So tað er helst við henni, at áhugin stavar frá fyrstu tíð, heldur Lena.


Byrjaðu í Danmark

Sum hjá øðrum swingararum, byrjaði tað við einum dreymi um eitt fríari sexlív. Sum Jan og Lena siga, so eru vit øll ymisk, og tað er eingin loyna, at øll hava sínar duldu dreymar. Men í mun til flestu okkara, so valdu tey bæði at liva dreymin út. Í fyrsta umfari var hugurin at hava sex saman onkrastaðni, meðan onnur pør eisini vóru í gongd, nakað sum at vera partur av einum pornofilmi. Síðan eru onnur komin upp í teirra song.

- Tað er serliga hetta við at hyggja at og at verða sædd, sum tendrar, siga Jan og Lena, og tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey spældu sær við tankanum um at fara á swingaraklubb í Danmark.

Komin til Danmarkar avgjørdu tey at royna ein víðagitnan klubba, sum vísti seg at vera júst nakað fyri tey.

- Tað var rættiliga skakandi fyrstu ferð, siga tey og brosa til hvønn annan, meðan tey minnast aftur á hendingina.

Forvitin spyrji eg tey, júst hvat hendi hesa fyrstu náttina í Keypmannahavn.

- Vit fóru inn í swingaraklubban og gingu runt eina løtu. Eg minnist, at tveir fittir og blíðir menn høvdu stóran áhuga í okkum. Vit fóru síðani inn í eitt rúm, har tvey pør lógu á einari stórari song. Vit løgdu okkum hjá teimum, og menninir fylgdu við, greiðir Jan frá.

- Tann eini byrjaði at nøkta seg beint við meg. Hetta kendist løgið, men var eisini øsandi. So nærkaðist tann eina kvinnan, og vit fóru at krámast uppi á hvørji aðrari og kyssast, bæði ovarliga og niðarliga, meðan menninir eisini vóru uppií. Tað virkaði rættuliga natúrligt, hóast tað var fyrstu ferð, at eg hevði sex við einari kvinnu, sigur Lena.

Vitjanin í Danmark gjørdist soleiðis byrjanin til sexuellu ævintýraferð teirra.


Finna føroyingar á netinum

Hóast fá vita nakað við vissu um føroysku swingara-mentanina, so siga Jan og Lena, at hetta er rættiliga umfatandi í Føroyum, og at swingaramentanin er komin fyri at vera.

Tey bæði vilja vera við, at fólk í øllum samfelagsbólkum eru at finna millum føroysku swingararnar, og at hetta hevur staðið upp á í mong ár.

Til ber at finna føroysku swingararnar á føroyskum og donskum heimasíðum, har fólk við somu lystum og fantasium hittast.

Tað er eisini gjøgnum internetið, at Jan og Lena hava hitt nógvar aðrar føroyingar.

- Vit valdu at stovna eina vangamynd á scor.dk og á faroedating.fo. Síðan hava vit hitt onnur føroysk hjún, sum eisini eru áhugað í at bjóða øðrum við upp í songina, greiðir Lena frá.

Tilgongdin er rættiliga drúgv umvegis netið, tí tað er umráðandi, at fólk kenna seg fullkomiliga trygg, áðrenn tey avdúka, hvørji tey eru.

- Vit byrjaðu við at skriva saman og at geva hvørjum øðrum loynilig telefonnummur. Eina tíð seinni avgjørdu vit at hittast á einari café. Tá hingu nervarnir veruliga uttaná, meðan vit stóðu og bíðaðu og stríddust við tankar sum “munnu hatta vera tey, ella kanska hasi..”, minnast tey bæði.

Túrurin á caféini gekk væl og hevði ógloymandi samveru við sær.

- Eg fór at fjasast við hinari kvinnuni stutt eftir hetta, og kona mín hevði so sex við hinum manninum eitt sindur seinni, greiðir Jan frá.


Náttarmyrkrið fjalir

Prátið steðgar brádliga, tá tey síggja ein granna koma spákandi niðan móti húsinum. Jan og Lena verða eitt sindur fjálturstungin, men Jan bjargar løtuni, tá hann leypur út til úthurðina og avtalar okkurt við grannan, so hann fer av húsum aftur.

Hóast tey eru trygg við teirra sexualitet, so eru tað hóast alt summi loyndarmál, ið tey ynskja at varðveita.

- Vit vilja serliga halda tað loyniligt fyri at skána gomlu foreldur okkara, tí tað er óneyðugt at royna at greiða teimum frá hesum, siga tey.

Vinfólkini og vaksnu børnini hava tó fingið frænir av, at okkurt er á vási, men eingin veit júst, hvat náttarmyrkrið fjalir.


Hoyrdu hvønn annan

Tankarnir leita aftur til náttarlívið. Lena minnir Jan á eina heldur serstaka hending.

- Minnist tú hinaferð, tá ið eg lá við hinum lekra manninum í gestakamarinum, og tú lást við konuni inni í teirra song. Tá vit hoyrdu hvønn annan hava sex?

Jan játtar brosandi, og forvitin spyrji eg tey, hvat hendi.

Tey greiða frá hesum minniliga kvøldi.

- Vit høvdu sex við hesum ungu hjúnunum, og tað var fyrstu ferð, at vit høvdu sex við føroyingum, siga tey og leggja skemtandi afturat, at hetta avgjørt ikki var síðstu ferð.


Elska hvønn annan

Øvundsjúka ella eigarakenslur kunnu eisini stinga seg upp millum swingarar.

- Vit gera tað ikki hvør í sær. Hetta er nakað, sum vit hava saman. Sjálvandi fáa vit ofta tilboð hvør sær, men tað vilja vit ikki. Tí hava vit eisini avvíst nógv pør, sum bara vilja hava annan okkara. Hóast onnur sleppa inn í okkara sexlív, so eru tað vit bæði, sum eru par og elska hvønn annan, og tað skulu vit blíva við at gera, siga Jan og Lena at enda.


--


FAKTA:

Ein swingaraklubbur er eitt stað, har pør og einstaklingar hittast við tí fyri eyga at hava sex við hvørjum øðrum. Uttanlands eru væl skipaðir swingaraklubbar við starvsfólki, limaskapi og føstum upplatingartíðum. Ofta hava swingaraklubbarnir ymisk rúm við ymiskum tema, har til ber at gera sexuellu dreymarnar til veruleika. Okkum kunnugt er ongin skipaður klubbi í Føroyum, so føroyskir swingarar finna hvønn annan á internetinum og hittast upp á skift heima hjá hvørjum øðrum.


--


Jan og Lena eru dulnevnd, men redaktiónin veit, hvørji tey eru.