Sum stjórnarleiðari var Margaret Thatcher hørð og veik ikki frá sínum málum, men júst hetta var neyðugt í tátíðar Bretlandi. Tað sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller.
-Bretland fekk hana, júst tá landið hevði brúk fyri henni. Búskaparliga var Ongland niðri á knøunum, og hevði hon ikki gjørt tað, sum hon gjørdi, var Ongland ikki komið aftur á føtur, sigur Per Stig Møller við Tv2.
Hann sigur, at Thatcher tók ta neyðugu uppgerðina við fakrørsluna og ta táverandi bretsku vælferðarskipanina og bygjaði eina nútímansgerð av samfelagnum, sum elvdi til framburð.
Ein annar fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri, Uffe Ellemann-Jensen, hevur ikki bara rósandi orð at siga um Margareth Thatcher. Hann sigur, at hon var ein viljasterkur og úrslitasøkjandi politikari, sum fekk sett ferð á Bretland.
-Tað neiliga við henni var, at hon var ótrúliga turpul at samráðast við, og í evropeiskum viðurskiftum legði hon ofta fót fyri loysnum, sum annars vóru sjálvsagdar, sigur Uffe Ellemann-Jensen, sum hitti Thatcher nakrar ferðir.