Komfortur og vegtak í eina hægri eind

Goodyear eru komnir á marknaðin við nýggja "high performance" dekkinum Excellens, har komforturin er á sera høgum støði og dekkið larmar so lítið, at tað liggur langt undir strongu ES-krøvunum, sum koma í gildi í 2007

Goodyear Excellence er eitt heilt nýtt H-dekk (high performance) summardekk, sum er gjørt til óstøðuga veðrið í Evropa. Dekkmynstrið skolar vatnið væl frá í regni og hevur gott vegtak og stutta bremsilongd, hóast tað kann regna rættuliga ógvusligt. Sjálvur slitbanin er gjørdur til at leiða stórar mongdir av vatni burtur, meðan bilurin koyrir við nógvari ferð.

Dekkið larmar so lítið, at tað liggur langt undir strongu ES-krøvunum, sum koma í gildi í 2007.

Samstundis sum dekkið skolar væl frá, er komforturin á sera høgum støði. Sjálvur slitbanin trýstur javnt og eins yvir allan banan, niður móti vegnum, fyri at geva optimalt vegtak.

Goodyear umboðsmaðurin í Føroyum, Fríðrikur Bláhamar, sigur, at umframt dekk selur fyritøkan hjá honum, Super Dekk við Hoyvíksvegin, eisini alu-felgur av merkjunum Borlet og AZEV og OZ, ið eru kend frá Formel 1 koyringini, til kappingarførar prísir.