Um eina løtu spæla Føroyar U19 HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi í Kroatia.
Dysturin verður sýndur á stórskíggja í Vágsbotni, og møguleiki verður tí hjá fólki at seta seg á trappuna at hyggja. Og vit sum eru í Vágsbotni skulu líka siga frá, at tað er avbera góð líkindi at sita á trappuni og hyggja at hondbólti. Her er lýtt, stilt og turt, so betri líkindi fáast valla, so tað er bara at koma oman í Vágsbotn.
Dyrsturin verður stroymdur her: https://www.youtube.com/watch?v=wpRcAuRUuIQ
##med2##
##med3##