- Gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen tann 3. september fara á pall í leikinum Orsaka!
Soleiðis verður í tíðindaskrivi sagt frá um “Orsaka”, har tær tríggjar við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum nútíðar menniskjum.
Tað er danska Kamilla Wargo Brekling, sum hevur skrivað leikin Orsaka!, sum er frá 2005. Hann er spældur á fleiri sjónleikarhúsum í Danmark og hevur yvirhøvur verið vælumtóktur.
Marita Dalsgaard er leikstjóri, og hon hevur eisini umsett leikin úr donskum. Pallmyndin og rekvisittir hava Marita Dalsgaard og Mikkjal Arge Galán staðið fyri, og Turpin Nap. Djurhuus er ljóssniðgevi.