Kommunusamskipan Føroya
-------
Stýrissamtyk viðvíkjandi uppskotum um kommunala umskipan.
Hóast einstøku kommunustýrini ikki endaliga hava viðgjørt uppskotið um kommununala umskipan, so hevur stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya í fleiri umførum við stórum áhuga viðgjørt álitið.
KSF hevur í skrivið til landsstýrið hin 6. november 2009 áður boðað frá,at
• umskipanin ikki eigur at verða sett í verk fyrr enn 1. januar 2013
• tíðarætlan fyri umskipanina eigur sum skjótast at verða samtykt av løgtinginum soleiðis, at talan er um skipaða heildartilgongd
• løgtingssamtyktin er prinsippiel politisk avgerð um høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis, at landsstýrið og kommunurnar greitt vita,
o hvørjar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar,
o hvussu hesar skulu fíggjast, og
o hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast
Á fundi 15. februar 2010 hevur stýrið fyri KSF harumframt samtykt:
• at avgerðarrætturin eigur at fylgja við málsøkinum – bæði tann fíggjarliga og fyrisitingarligi
o lógarverkið eigur tí at virða kommunala sjálvræðið soleiðis, at lógarkravd tilboð og rættindi borgarans kunnu skipast og tillagast eftir staðbundna tørvinum og umstøðunum
o kommunurnar eiga framhaldandi at varðveita rættin til sjálvar at áseta egið skattastig og inntøkugrundarlag annars, eitt nú í mun til brúkaragjøld
o kommunurnar eiga framhaldandi sjálvar at áseta sítt egna rakstrar- og íløgustøði
• at skipað tilgongd beinanvegin verður sett í gongd til tess at leggja fólkaskúlan og eldrarøktarøkið til kommunurar at fyrisita
o børn og ung 0-18 ár
• kommunurnar fáa betri skipað samanhang og heildartilboð fyri øll børn og ung innan dagstovnar, fólkaskúla, frítíðarskúla, musikkundirvísing, frítíðarvirksemi v.m. eins og barnavernd
• fólkaskúlin er longu skipaður í rímiliga fastar lógarkarmar
• metti útreiðslutørvurin komandi 10 árini skal gerast við støði í verandi virksemi og ætlaðum menningarátøkum ella broytingum, ið kommunurnar skulu gjalda
• støða eigur at verða tikin til, hvørjir innihaldsligir partar av fólkaskúlaøkinum ítøkiliga verða lagdir til kommunurnar, herundir eitt nú hvussu verður við sernámsfrøðiligi økinum, sum møguliga kann skipast við landsfevnandi felagskommunalum samstarvi
o eldrarøkt
• neyðugir lógarkarmar fyri eldrarøktarøkið sum heild skulu gerast sum skjótast
• grundarlag at byggja út fjølbroytt og fjøltáttað búpláss og røktartænastutilboð skal fáast til vega
• metti útreiðslutørvurin komandi 10 árini skal gerast við støði í verandi virksemi og ætlaðum menningarátøkum ella broytingum, ið kommunurnar skulu gjalda
• støða eigur at verða tikin til innihaldslig markamót við heilsuverkið o.a.
o onnur málsøkið, sum kunnu leggjast til kommunurnar, eiga eisini at verða tikin við í tilgongdina
• at afturberingarskipanin, sum skotin verður upp í álitinum, eigur at verða skipað so skjótt, at fyrsta stóra økið verður lagt til kommunurnar
o afturberingarskipanin er solidarisk fyri allar kommunur
o afturberingarskipanin javnar stóran part av teimum ójavnum, sum eru í skattainntøkugrundarlagnum
o afturberingarskipanin er tí fortreyt fyri samlaðu kommunalu fíggingini framyvir
o afturberingarskipanin kann fíggja uml. 250 mió kr.
• at skattabýtið millum land og kommunur av lønarskattinum eftir verandi progressiviteti eigur at verða broytt til tess at fíggja lógarbundnar uppgávur, sum verða lagdar til kommunurnar, men sum ikki kunnu fíggjast við afturberingarskipanini
o til ber at broyta skattabýtið 7% ella uml. 450 mió kr.
• at blokkstuðulsskipan úr landskassanum eigur ikki at verða skipað
o blokkstuðulsskipan brýtur grundleggjandi við fíggjarliga avgerðarrættin
• at fíggjarlig serskipan skal gerast fyri Sandoyarøkið, so at økið framhaldandi kann verða sjálvstøðug kommunal eind
• at fíggjarlig serskipan skal gerast fyri tær kommunur, sum røkja lógarbundnar uppgávur á útoyggj
• at skipað verður millumkommunal javningarskipan, ið fevnir bæði um inntøkujavning og útreiðslujavning
o skipanin eigur at vera einføld og gjøgnumskygd
o skipanin má ikki at darva framburði og vøkstri
o skipanin eigur í fyrsta lagi at verða sett í verk, tá ið
• kommunali bygnaðurin er komin uppá pláss
• fyrsta stóra málsøkið er lagt til kommunurnar
• afturberingarskipanin er sett í verk
• at øll umskipanartilgongdin eigur at verða gjørd í neyvum samstarvi og samráðing millum land og kommunur
o tilgongdin og umskipanin skal grundfestast væl politiskt, so at grundarlagið fyri fyrisitingarligu verksetingini er greitt
Ásannandi, at kommunala umskipanin er stórt politiskt mál, og at full semja neyvan er um allar tættir í umskipanini hvørki millum kommunur, millum land og kommunur ella í landsstýrinum/løgtinginum, fer Kommunusamskipanin framhaldandi av viðgera uppskotið til umskipan á einum so breiðum og demokratiskum grundarlagi sum møguligt.
Í hesum sambandi savnast allir kommunustýrislimir í limakommununum til ein evnisdag í Klaksvík 26. februar 2010. Á evnisdegnum verða ymsu tættirnir í ætlaðu kommunalu umskipanini viðgjørdir neyvari. Endamálið er at veita grundarlag fyri felags fatan og felags støðutakan í kommununum til umskipanarætlanirnar.
Tórshavn 15. februar 2010
Heðin Mortensen, formaður Gunvá við Keldu, næstforkvinna
Tórshavnar kommuna Klaksvíkar kommuna
Magnus Rasmussen Kristin Michelsen
Runavíkar kommuna Tvøroyrar kommuna
Sigurd S. Simonsen Kirstin Strøm Bech
Fuglafjarðar kommuna Vágs kommuna
Brandur Sandoy
Sands kommuna