Kommunalt fryns fyri 1,2 millión

Nærum fullsett flogfar við nýggjum og royndum kommunalpolitikarum fór fyrrapartin til Íslands at halda skeið fyri sær sjálvum. Skeiðið skal brynja og styrkja politikararnar til at vera politikarar

Landsins størstu kommunur liggja hesa vikuna í stjórnarloysi. Burtursæð frá eini fimm avboðum, so eru allir kommunalpolitikarar í limakommununum hjá Kommunusamskipan Føroya, KSF, farnir til Íslands á skeið. Undantikin er Vága Kommuna, sum er somikið nýggj í selskapinum, at tey ikki eru við hesaferð.
- Vit eru 84 fólk í ferðalagnum. Kommunalpolitikarar og kommunusstjórarnir í limakommununum, sigur Eyðun Christiansen, aðalskrivari í KSF.
Kommunusamskipanin samskipar túrin, sum kommunurnar tó í hvør sínum lagi bera sín part av kostnaðinum av.
Endamálið við túrinum er, sambært KSF, at brynja og styrkja kommunustýrislimir í teirra arbeiði og leikluti sum kommunupolitikarar. Nývaldir og afturvaldir kommunustýrislimir skulu hesa vikuna fáa innlit í grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikaranum, eins og løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting.
Hóast farið verður til Íslands at halda skeið, so verða tað innanhýsis skeiðshaldarar, ið skulu lata politikararnar í til uppgávuna at stýra landsins kommunum næstu fýra árini.
- Jú, tað verða fólk frá okkum, sum halda skeiðið, sigur Eyðun Christiansen og peikar á Bárð Larsen, løgfrøðing hjá KSF, kommunustjórarnar og seg sjálvan.

Rokningin
Sambært aðalskrivaranum í Kommunusamskipanini liggur kostnaðurin um 7000 krónur fyri hvønn. Tá er flogferð, uppihald og matur íroknað. 7000 krónur kuvertin fyri 84 fólk gevur 588.000 krónur í beinleiðis útreiðslu til teir átta kommunukassarnar hjá limakommununum í KSF. Men afturat hesum kemur so, at flestu kommunustýrislimir eru burtur úr sínum starvi hesar skeiðsdagar.
Aðalskrivarin í KSF hevur ikki nakra fasta mannagongd at vísa á í hesum sambandi. Men taka vit sum dømi, at hvør politikari fær 1500 krónur um dagin í endurgjaldi og útistøðupeningi fyri mista arbeiðstíð, so gevur tað 630.000 krónur afturat. Tilsamans gevur hetta 1.218.000 krónur.
Fyri kommunustjórarnar og flestu borgarstjórar í Kommunusamskipanini er galdandi, at tey frammanundan eru í fullum starvi hjá sínari kommunu. Men her tekur tó hinvegin, at tey tí brúka alla sína arbeiðstíð uppá íslandstúrin.
Sambært Kommunusamskipanini hevur tað týdning, at bæði nýggir og eisini afturvaldir kommunalpolitikarar eru við. Hetta er fjórðu ferð, at Kommunusamskipanin skipar fyri slíkum túri, stutt eftir at nývalt býráð hevur tikið við. Tí er tað somuleiðis fjórðu ferð, at onkur kommunalpolitikari er við fyri at læra seg at vera kommunalpolitikari.
- Vit halda tað hava týdning at øll eru við. Bæði fyri at samansjóva politikararnar og fyri at tey nýggju kunnu læra frá teimum gomlu og øvugt, sigur Eyðun Christiansen.
Meðan KSF stendur fyri tí praktiska partinum, so eru tað limakommunurnar, sum hvør í sínum lagi bera rokningina fyri túrin. Harvið eru tað kommunalu skattakrónurnar í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Eysturkommunu, Sandi, Tvøroyri og Vági, ið rinda fyri íslandstúrin.

Friður í Íslandi
Fyrstu tvær ferðirnar, í 2001 og í 2005, vórðu líknandi skeið hildin í Danmark. Men í 2009 og aftur hesaferð er skeiðið í Íslandi. Men hví er neyðugt at fara av landinum í eina viku fyri at læra um kommunalpolitikk í Føroyum?
- Umframt at samansjóva fólk meta vit tað eisini hava týdning at fólk fáa frið til at vera á skeið. At tey ikki vera órógvað av øðrum fundarvirksemi ella kimandi fartelefonum, sigur Eyðun Christiansen og vísir á, at slíkur túrur eisini gevur inspiratión.
Men hevði ikki verið bíligari at hildið skeiðið til dømis í Havn, havandi í huga at rokningin í síðsta enda lendir hjá skattgjaldaranum?
Aðalskrivarin dregur á svarið, ressonerar at tá hevði flogferðaseðilin sjálvandi verið spardur.
- Burtursæð frá tí, so er Reykjavík ein bíligur býur. Men hetta er tó neyvan bíligari enn at halda skeiðið harheima, staðfestir Eyðun Christiansen turt í fartelefonini úr Reykjavík.

Fult flogfar
Ferðalagið við føroysku kommunalpolitikarunum fyllir sum vera man nærum øll setrini í íslandsflogfarinum hjá Atlantsflog. Kortini var ikki talan um leigutúr, men vanliga rutuflogfarið hjá føroyska flogfelagnum, ið fyrrapartin fleyg ferðalagið til Reykjavíkar á skeið. Kommunalpolitikararnir lenda aftur í Vágum fríggjadagin.



FAKTA:

Kommunusamskipan Føroya (KSF) umboðar í dag níggju kommunur. Limakommunurnar eru Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna, Fuglafjarðar Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Vágs Kommuna, Sands Kommuna, Eysturkommuna og Vága Kommuna. Tilsamans búgva umleið 38.000 fólk í hesum níggju kommunum.


FAKTA:

”Tríggir teir fyrstu daganar eru í høvuðsheitum settir av til undirvísing og politiskt kjak, ímeðan seinasti dagurin er fyrireikaður saman við Íslendska kommunufelagnum. Hendan dagin fáa føroysku kommunustýrilimirnir kunning um íslendsku kommunustýrisskipanina, og vitja á ymiskum kommunalum stovnum á Reykjavíkarleiðini.”

-Kommunusamskipanin um endamál og skránna fyri íslandstúrin.