Kommunan byggir skúlar sum ongantíð fyrr

Tvey av teimum stóru málsøkjunum sum kommunan hevur ábyrgdina av, eru skúlabygningar og dagstovnaøkið. Hendan greinin snýr seg um skúlan, hvat er gjørt, hvat er í gerð, og hvat er í væntu

Dagstovnaøkið verður tikið upp í aðrari grein.

At skúlaøkið hevði ligið á láni í alt ov mong ár, vita øll, og eru tað fleiri góðar og minnið góðar orsøkir til at so var. Hesi seinastu fýra árini hava skúlarnir verið raðfestir fremst í Tórshavnar kommunu, og tað er ikki hissini tørvur og harvið peningaupphæddir sum krevjast samsvarandi.

Tá ið tørvurin er so mikið stórur sum hann er, er tað sjálvsagt, at fýra ár ikki røkka til at koma á mál. Men væl er komið áleiðis, og tað er við góðum vilja møguligt at nærkast málinum, sum er at fáa stóran part av skúlunum dagførdar, nakrar væl ávegis og aðrar í eina raðfesta ætlan komandi fýra árini.

Mentamálanevndin sett krøv til skúlabygging

Vit hava í mentamálanevndini sett krøv til alla skúlabygging í kommununi. Hesi krøv skulu tryggja at skúlin hevur góðar umstøður til fjølbroytta undirvísing og arbeiðslag, har tað ber til at undirvísa í størri hópum og í smærri bólkum; góðar umstøður til bæði verkætlanararbeiði, sjálvstøðugt arbeiði og sosiala samveru. Námsfrøðiligur tænastudepil skal verða hjarta í skúlanum og lærarar skulu hava tær neyðugu umstøðurnar til fyrireiking, toymisarbeiði, og fundir.

Allir skúlar skulu hava góðar umstøður til næmingar at eta, og skúlagarðurin skal vera bæði spennandi og mennandi.

Skúlar í gerð

Í løtuni eru tveir stórir skúlar í gerð, Skúlin við Løgmannabreyt, sum verður liðugur komandi skúlaár, og síðani skúlin á Hamrinum á Argjum, har innskúlingarparturin við frítíðarskúla skal verða liðugur komandi skúlaár og allur skúlin árið eftir. Hesir skúlar eru báðir tveysporaðir skúlar frá fyrsta til níggjunda flokk, við frítíðarskúla og dupultari fimleikahøll.

Harumframt eru tað teir eldri skúlarnir sum treingja til umfatandi ábøtur og í onkrum førum um- og útbygging. Skúlin í Kollafirði er út og umbygdur og eru nú bert snøklar eftir at fáa hendan skúlan heilt liðnan. Skt. Frants skúli skal hava ein nýggjan bygning til yngstu flokkarnir við frítíðarskúla, og er hetta projektið klárt at seta í gongd. Stórar høvuðsumvælingar eru gjørdar og verða gjørdar í Eysturskúlanum, og í Kommunuskúlanum er gjørd skitsa til komandi skúlan. Hetta er gjørt í samstarvið við skúlan sjálvan og er eitt sera spennadi projekt, sum fer at gera Kommunuskúlan til ein minst líka góðan og spennandi skúla sum teir nýggju skúlarnir.

Fólkaskúli í Vesturbýnum

Støðan hjá Venjingarskúlanum er óhaldbar og greiða má fáast á spurninginum um barnaskúla í Vesturbýnum. Støða má takast til, um Venjingarskúlin skal dagførast til nútíðar krøv, ella um ein nýggjur Vesturskúli skal byggjast.

Undir somu lon húsast ein ótíðarhóskandi barnaskúli, og ein alt ov trongur partur av Fróðskaparsetri Føroya. Ætlanin við at byggja Venjingarskúlan og Læraraskúlan saman hevur ivaleyst verið sera góð í síni tíð. Læraranæmingarnir hava havt sín venjingarskúla, og børnini høvdu bestu atgongd til nýggjar og frískar námsfrøðiligar kreftir. Men í dag líða bæði økini undir ógreiðum játtanarviðurskiftum, har bæði land og kommuna skulu varða av sama bygningi, og hvørgin partur tekur greiða støðu til framtíðina hjá skúlanum.

Setur og nýggjur Vesturskúli

Mín støða er púra greið. Skúlin er, eftir mínum tykki, nógv betri hóskandi til vaksin enn til børn, og Skúlin á Frælsinum hevði kunnað givið stórum parti av Fróðskaparsetrinum framúr góðar karmar. Tær longu gangirnar, túnini millum lonirnar, stóra plenan og hábærsligi skálin eru sum gjørd til eitt universitet. Umstøður eru bæði til frálæru, ráðstevnur, fundir, bólkavirksemi, bókasavn, ítrótt o.s.fr. Og so liggur skúlin beint upp at restini av lærda háskúlanum, og eitt hanagleiv frá okkara størsta akademiska arbeiðsplássi - Landssjúkrarhúsið. Hevði landið so lagt gomlu hospitalsíbúðirnar av til lestraríbúðir, so høvdu vit um fá ár fingið karmar um eitt virðiligt altjóða universitet í Føroyum.

Um landið hinvegin ikki ynskir at keypa kommunurnar part av skúlanum, so eiga vit at fáa tað avgreitt sum skjótast, og taka støðu til hvussu vit so kunnu byggja Venjingarskúlan um, so at hann líkur nútímans krøv til barnaskúlar. Eg vóni tó ikki at tað verður endin, men at vit í komandi valskeiði kunnu seta skjøtil á ein heilt nýggjan Vesturskúla á Fløtum. Tá kunnu vit av álvara siga, at vit hava framtíðartryggja stóru skúlarnar í kommununi nógv ár fram.

Bráfeingis ábøtur

Hvussu víkur og vendir, mugu tær neyðugu bráfeingis ábøturnar gerast, so tað er liviligt hjá bæði lærarum og næmingum til endaliga loysnin er komin uppá pláss.

Bygdaskúlarnir

Neyðugt er somuleiðis at gera ætlan fyri fleiri av okkara bygdaskúlum, t.d.skal skúlin á Velbastað fáa eina varandi loysn og Nólsoyar skúli treingir somuleiðis til betri umstøður bæði uttan og innandura.

Musikkskúlin

Øll eru vit góð við musikskúlan, og er hann, sum fleiri hava nevnt okkara stoltleiki, men tað er ikki fyri skúlans fysisku umstøður. Musikskúlin hevur staðið á íløguætlanini í fleiri ár, men hava tað tíverri verið ymisk viðurskifti sum hava viðvirka til at skúlin ikki er komin í gongd enn.

Skúlaøkið sera umfatandi, krevur góðan vilja og breiða semju

Eftir mínum tykki er skúlaøkið eitt tað týdningarmesta at raðfesta komandi árini. Vit eiga at halda áfram til vit eru komin á mál. Onkur hevur lyndi til at siga, at nú hava skúlarnir fingið so mikið nógv av fíggjarorkuni hjá kommunui, at tíðin er komin at raðfesta onnur økið. Men eg haldi ikki at vit hava røkt okkara skyldu á skúlaøkinum fyrr enn allir skúlarnir hava eins góðar umstøður. Útfrá omanfyristandandi kann ein og hvør síggja, at hetta gerst ikki uppá fýra ár. Tí er neyðugt við einari breiðari semju í býráðnum um at raðfesta skúlaøkið og gera eina langtíðar íløguætlan fyri skúlarnar.