Kommunan prioriterar bátahyl fram um mannalív

­ Tað er nógv fyri at kommunan prioriterar bátahyl fram um at tryggja skúlavegin hjá børnum, sigur Andreas Hvannastein í Kaldbak, sum fleiri ferðirhevur heitt á kommununa um at broyta vegastubban inni á Fløtum og út á Bø í bygdini

Nú tann myrka tíðin kemur, verður afturvendandi ampin hjá foreldrunum inni á fløtum í Kaldbak, at børnini ikki kunnu ganga trygg á vegnum í skúlan.

Talan er um ein vegastubba frá nýggju sethúsaøkinum, har eisini 16 - 17 sethús eru, og har nógv børn búgva.

Vegastubbin var upprunaliga ein gamal hestavegur, sum tó hevur fingið gøtuljós, men vegurin er so smalur, at børnini noyðast at ganga millum bilarnar á vegnum.


Mannalív til áðrenn vegurin verður gjørdur

­ Oftani skal eitt mannalív til, áðrenn myndugleikarnir gera nakað, men nú hava vit bíðað í 10 ár, sigur Andreas Hvannastein, sum býr í nýggja býlinginum í Kaldbak.

Tá útstykkingin fór fram í síni tíð, sluppu fólk ikki at byggja nærri Kaldbak, av tí at tað ikki er loyvt at byggja har jørðin er dyrkað.

Sethúsaeigarar noyddust tí at søkja Kaldbaksnevdina um at fáa byggiloyvi.

­ Tað er kortini uppgávan hjá kommununi at tryggja børnini á vegnum, men í Kaldbak verður ein bátahylur, sum kostar tvær mió. krónur, prioriteraður fram um trygdina hjá børnum, sigur Andreas Hvannastein.

­ Við hesum noyðist eg at viðganga, at kommunan tekur bátahylin fram um mannalív, sigur Andreas Hvannastein, sum heldur, at nú veturin og myrkrið kemur, er neyðugt at gera nakað við vegamálið í Kaldbak


Vit fáa einki gjørt

Páll Petersen í Kaldbak, er býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd býráðsins. Hann sigur seg hava arbeitt fyri at fáa vegastubban í Kaldbak umvældan, men at enn røkist onki fyri at hetta verður gjørt.

Um orsøkina, at tað hevur vart fleiri ár at fáa vegastubban gjørdan, sigur Páll Petersen vera, at økið er landsvegur, og tí uppgávan hjá Landsverkfrøðinginum at fáa viðurskiftini í rættlag.

­ Vit hava arbeitt fyri at fáa Landsverkfrøðingin at gera vegin inni á Fløtum og út á Bø, og vit hava eisini biðið um at sleppa at yvirtaka vegin, men Landsverkfrøðingurin hevur ikki ønt okkum aftur, sigur Páll Petersen.


Hvør sítt mál

­ Hevði tað ikki verið skilagott at brúkt pening til hetta endamál, ístaðin fyri at gera bátahyl fyri millióna upphædd?

­ Tað er hvør sítt mál. Bátahylurin, sum kostar 1,4 mió. krónur, hevur einki við vegastubban at gera. Av tí at talan er um landsveg, hava vit ikki loyvi at umvæla vegin.

­ Er tað kommunal uppgáva at syrgja fyri at vegurin er tryggur at ferðast á?

­ Jú, gaman í, men kommunan hevur, sum áður sagt, bjóðað sær til at gera ein veg við síðina av gamla vegnum, eitt sindur hægri, har børnini trygt kunnu ganga og súkkla, men vit sleppa ikki, tí Landsverkfrøðingurin hevur ábyrgdina, sigur Páll Petersen, sum fyri bert trimum vikum síðan tosaði við Landsverkfrøðingin um málið, men hann fekk einki svar.

­ Vit hava fund við Landsverkfrøðingin eina ferð árliga. Hesin spurningur hevur verið reistur fleiri ferðir, og seinast fyri trimum vikum síðan, men vit hava einki svar fingið, og vita tí ikki hvat stovnurin ætlar i hesum føri.

­ Hertil kemur at Kaldbaksnevndin hevur samtykt at vegurin skal umvælast og gongubreyt gerast, men vit renna okkum fastar í Landsverkfrøðinginum, sigur Páll Petersen.

Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur, sigur í viðmerking til málið, at peningur er ikki til hetta vegaarbeiðið.


Eingin peningur tøkur

­ Tað er rætt, at talan er um landsveg, og at vit hava ligið leingi á málinum. Ætlanin er at børnini skulu fáa ein gonguteig, har tey kunnu ganga og súkkla.

­ Tað er ikki tí vit ikki vilja gera arbeiðið, men trupulleikin er, at Landverkfrøðingurin eigur nógvar slíkar vegastubbar kring landið, sum vit eisini hava ábyrgdina av, sigur Henning Jacobsen.

­ Eru 10 ár ikki í so long tíð, at fáa so lítið mál avgreitt?

­ Jú, men vit eiga fleiri vegastubbar, sum hava bíðað í longri tíð tann í Kaldbak.

­ Tá kommunan hevur bjóðað sær til at yvirtaka vegastubban, hevði tað so ikki verið ein loysn?

­ Hatta seinasta hugskotið er nýtt, og vit umhugsa tað í løtuni. Góð grundgeving skal vera fyri at lata økið, og tað er kanska ikki heilt av leið, í hesum føri, sigur landsverkfrøðingurin.

Vanligt er at landsvegir eru teir, sum liggja millum bygdir, og kommunuvegir millum sethúsaøkir. Nú sethús eru komin inni á Fløtum, hevði tað verið skilagott at gjørt økið til kommunalt.

­ Vit mugu tosa okkum til rættis um nýggju ætlanina, sum síðani skal góðkennast av Landsstýrinum. Vanliga verður tað gjørt við kunngerð triðja hvørt ár. Seinasta kunngerðin er frá 20. juni 1997, sigur Henning Jacobsen.


Møguligt at kommunan kann yvirtaka

­ Er neyðugt at bíða til ár 2000 áðrenn vegastubbin í Kaldbak kann gerast?

­ Vit fara at fáa greiðu á málinum. Tað er ikki ómøguligt at hetta kann avgreiðast áðrenn ár 2000, og síðani koma við í kunngerðini næstu ferð, sigur landsverkfrøðingurin, sum ikki dugir at siga, um vegastubbin í Kaldbak verður gjørdur í vetur.