Kommunan strikar einar 50 milliónir av síni egnu skuld

Tvøroyrar Býráð hevur lagt eina fíggjarlóg fyri komandi ár, har toppurin er kappaður av kommunuskuldini og har skattaprosentið lækkar munandi

­Gongur sum ætlað hjá Tvøroyrar Býráð, verður skuldin hjá kommununi einar 50 milliónir lægri komandi ár.

Samstundis verður skattaprosentið hjá teimum hart kroystu tvørafólkunum munandi lægri enn tað er nú.

Tvøroyrar Kommuna hevur nevniliga samtykt eina fíggjarætlan fyri komandi ár, har ið toppurin er skarvarður av kommunuskuldini soleiðis, at kommunan situr eftir við eini skuld uppá tríggjar álíkningar.

Tvs, at kommunan roknar við, at næsta ár skal hon skylda 100 milliónir, og tað er er ?bara³ hendan upphæddin, sum hon fer at betala rentur og avdráttir av næsta ár - og í framtíðini.

Sum er skyldar kommunan 150 milliónir. Tað eru fimm álíkningar.

­ Tvs, at kommunan gongur útfrá, at næsta ár skal onkur annar átaka sær tann partin av kommunuskuldini, sum er omanfyri tríggjar álíkningar.

Sostatt væntar býráðið, at kommunan nú fær eina skuld uppá 50 milliónir strikaða.

Hetta er fyrstu ferð, býráðið hevur fíggjarætlanina fyri næsta ár til viðgerðar.

Fíggjarætlanin skal nú sendast landsstýrinum til góðkenningar.

Tað var eitt samt býráð sum samtykti hesa fíggjarætlanina.


Munandi lægri skattaprosent

Hendan fíggjarætlanina ger kommununa føra fyri at lækka skattaprosentið munandi.

Í løtuni er kommunuskatturin á Tvøroyri 23%.

Men eftir nýggju fíggjarætlanini lækkar tað niður í 20,75%.

Varð onki gjørt við skuldina, skuldi kommunan næsta ár betalt 16,2 milliónir í rentum og avdráttum.

Eftir hesi fíggjarætlanini, við eini skuld uppá tríggjar álíkningar, lækka renturnar og avdráttirnar niður í 9,1 millión.

Verður skattaprosentið ikki lækkað hevði hetta givið kommununi 6,2 milliónir meiri til íløgur, viðlíkahald og eyka rentur og avdráttir.

Verður hinvegin onki betalt í eyka avdráttum og rentum, og raksturin annars er sum í ár, hevði fíggjarætlanin næsta ár javnviga við einum skattaprosentið uppá góð 18,8%, um skuldin er tríggjar álíkningar.

Men so lágt vil kommunan ikki seta skattaprosentið.

Býráðið heldur at tað er órímiligt, at Tvøroyri skal hava lægri skattaprosent enn kommunur, sum skylda minni, ella kommunurnar á stødd við Tvøroyri, hava

Kommunan hevur tí valt eina gylta millumloysn.Eftir henni skal skattaprosentið setast niður í 20,75% komandi ár.

­ Tað er alneyðugt at lækka skattin fyri at fáa fólk at støðast og fyri at skapa framburð, heldur býráðið.

­ Verður skattaprosentið 20,75%, fer tað at geva kommununi einar 2,7 milliónir fleiri til íløgur, viðlíkahald og til at betala eyka avdráttir við.

Av hesum er ætlanin at brúka umleið eina millión íløgur, umleið eina millión til viðlíkahald og 700.000 til eyka avdráttir. ­ Men møguliga verða tað ikki meiri enn ein góð millión til íløgur og viðlíkahald til samans, tá ið avtornar.

Tí inntøkurnar hjá Tvøroyrar Havn eru munandi minkaðar seinastu tíðina og verða kanska eina heila millión lægri komandi ár. Hetta kemst báði av, at skipini fækka.

Upplýst er t.d., at fyrsta hálvár í ár vóru 70 skip færri á fjørðinum enn sama tíðarskeið í fjør.

­ Samstundis fer allur útflutningurin nú um Havnarkei ístaðin fyri um tvørakei, sum vanligt.

Páll Vang segði, at møguleiki var fyri, at Tvøroyrar

Havn fór at geva einai 200-300.000 krónur í undirskoti komandi ár.


Ikki ráðiligt longur

Hann helt, at tað var ikki longur ráðiligt at halda fram í kommununi, sum nú.

Hann vísti á, at seinastu 10 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað 20%.­ Vit eru 1.000 fólk færri nú, enn vit vóru fyri 10 árum síðani. ­ Aldursbólkurin frá 18-30 ár er at kalla heilt burtur.

­ Ikki minst eigur Tvøroyrar Kommuna sín stóra part í hesum missi.

Pál lVang minti eisini á orðini í samgonguskjalinum ímillum A,D og E um, at skapa trivnað í útjaðaranum og um økismenning.

­ Ein fortreyt fyri trivnaði í útjaðaranum og økismenning, er, at útjaðarin í Føroyum er fíggjarliga nøkunlunda líka væl fyri sum miðstaðarøkið.

Samstundis vísi hann til ólavsøkurøðuna hjá Anfinni Kallsberg, har løgmaður vísir á, hvussu trupult tað er hjá kommunum, sum skylda meiri enn tríggjar álíkningar at koma burturur skuldarhaftinum.

Páll Vang vísti eisini á, at Kommunufelagið hevur umrøtt kommunuskuldina

Tað hevur Býarlagið, sum Páll Vang sjálvur situr í, eisini gjørt. Býarfelagið hevur lagt tvey uppskot fram um kommunuskuldina.

Bæði uppskotini siga, at tað er neyðugt taka toppin av skuldini hjá teimum ringast staddu kommununum.

­ Og tað, sum verður meint við toppin er tað, sum liggur omanfyri trígggjar álíkningar.


Provokera ikki

Vit spurdu Páll Vang um hetta ikki mest var meint sum ein provokatión ímóti landsstýrinum fyri at fáa røring í aftur málið um kommunuskuldina.

Men tað heldur hann ikki. Hann roknar við, at flokkarnir meina tað, teir hava skrivað í samgonguskjalið um økismenning og trivnað í útjaðaranum.

­ Vit vita, at landsstýrið hugsar um útjaðaran.

­ Vit rokna eisini við, at løgmaður skal takast fyri fult, og hevur samgonguna við sær, tá ið hann í sjálvari ólavsøkurøðuni tosar um trupulleikarnar hjá kommunum við meiri enn trimum álíkningum í skuld.

­ Og vit vita, at býarfelagið í tveimum uppskotum hevur mælt til, at toppurin verður tikin av kommunuskuldini, so at ongin skyldar meiri enn tríggjar álíkningar.

­ Lyklaorðið er blivið tríggjar álíkningar og tað støðið hava vit lagt okkum á. Men vit gera tað beinanvegin, tí vit meta støðuna so hættisliga, at okkurt má henda fyri 1. januar, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.

­Tað, vit gera, er ikki annað enn at fremja tað í verki, sum sagt verður, leggur hann afturat.