Kommunan tekur um endan

Tað gongur strilti hjá næmingunum á Almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy at fáa nakað at búgva í, men nú tekur kommunan um endan

Íbúðarneyð

Tað gongur illa hjá næmingunum á nýggja Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri at fáa tak yvir høvdið.
Og er bústaðartrupulleikin so stórur, at nú sær kommunan seg noydda til at taka um endan.
Á fundi mánakvøldið samtykti býráðið at leiga fleiri hús á Tvøroyri, sum ætlanin síðani er at leiga út aftur til næmingarnar.
Mett verður at tørvur verður á 21 verilsum til næmingarnar og fyri at nøkta tann tørvin heldur kommunan, at tað verður neyðugt at leiga fimm hús.
Ætlanin er so at leiga verilsini út aftur til næmingarnar og Finnleif Guttesen metir, at verilsini fara at kosta 1.200 krónur fyri hvørt um mánaðin.
Hann upplýsti á býráðsfundinum, at mett verður, at hetta fer at merkja eina beinleiðis útreiðslu til kommununa upp á 48.000 krónur um árið, tá ið inntøkan av leigu til næmingarnar er tald uppí.
Men tað var ikki heil frítt, at býráðslimir høvdu hug at ilskast inn á, at tað skuldi vera ein kommunal uppgáva at trygja næmingunum bústað.
Onkrir býráðslimir vístu á, at all aðrastaðni vóru tað næmingarnir sjálvir, sum høvdu ábyrgdina av at tryggja sær bústað.
Í øllum førum átti tað at vera uppgávan hjá Mentamálaráðnum at útvega næmingunum bústað.
Men samstundis var víst á, at dømi var eisini um, at Tórshavnar Kommuna í einstøkum føri hevði hjálpt til at útvega næmingum bústað, inntil landsstýrið hevði funnið eina loysn. Sipað var til næmingar á Tekniska Skúla.
Býráðslimir stúrdu fyri, at fór kommunan undir hetta tiltakið, fór Landsstýrið at bvrúka tað til kodda og fór ongantíð at útvega næmingabústaðir á Tvøroyri.
Tí vóru Býráðslimir vóru eisini púr sannførdir um, at tað bleiv bara hetta árið, at kommunan vildi leiga íbúðir til næmingarnar.
Teir stúrdu fyri, at hendi onki, og næmingar komu at standa á berajólum, fór tað at verða brúkt sum umbering fyri at flyta skúlan inn á meginøkið aftur, hóast bústaðartrupulleikarnir har vóru nógvarferðir størri enn á Tvøroyri.
Ført var fram, at hvør næmingur gekk so stutt í skúla í senn og fólk vóru tí ikki serliga hugað fyri at leiga teimum íbúðirnar beinleiðis, tí leigumálini blivu so stut hvørja ferð og tí var nógv stríð av tí.
Men kundu tey leiga kommununi húsini í eitt ár, uttan at hugsað um nakað, vóru teir meiri sinnað at leiga húsini og tí verður hendan royndin gjørd.
Einastai Býráðslimur, sum atkvøddi ímóti, var Kristin Michelsen, sum ikki vildi góðtaka, at kommunan átók sær hesa uppgávuna og sostatt slepti Mentamálaráðnum undan ábyrgdini.