Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag samáðast nú um at leggja feløgini saman Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag eru farin undir ítøkiligar samráðingar um at leggja saman í nýtt kommunufelag, og gomngst sum ætlað, verður nýtt kommunufelag formliga stovnað við næsta kommunustýrisval. Feløgini fara tó beinanvegin í mest møguligan mun at samskipa politiska arbeiðið í samskiftinum við landsmyndugleikarnar, umframt annað felagsvirksemi.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, og Rósa Samuelsen, forkvinna í Føroya Kommunufelag, siga tað vera neyðugt hjá kommununum í felag at brynja seg til at taka á seg fleiri týðandi uppgávur frá landinum.
-Hetta gerst best við einum kommunufelag, sum vegna allar kommunurnar í Føroyum samráðist við landsmyndugleikarnar, siga tey bæði í tíðindaskrivi.
-Eitt kommunufelag verður eisini virkisførari og veita einstøku kommununum betri tænastur og ráðgeving til einstøku kommunurnar, siga Heðin Mortensen og Rósa Samuelsen, sum staðiliga heita á politikarar um eisini at taka ábyrgd, so løgting og landsstýri í komandi valskeiði raðfesta politiskar samráðingar við kommunurnar ovarlaga.