Kommunurnar við Skálafjørðin hava nú avtalað at tær skulu fara undir samráðingar um eitt samstarv um at umsita eldraøkið, tá ið tað verður lagt undir kommunurnar 1. januar í 2015.
Eftir ætlanini skulu kommunurnar í Eysturoy, uttan Sunda- og Eiðis kommuna, verða eitt samstarvsøki.
Men nakrar kommunur í einum samstarvsøki kunnu eisini skipa seg í samstarv, men treytin er, at minst 3.000 fólk búgva í økinum.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava sagt frá, at tær báðar kommunurnar eru farnar undir samráðingar um eitt samstarv.
Og nú hava eisini Sjóvar-, Runavíkar-, og Nes kommuna avtalað at fara undir samráðingar.
Tær hava avtalað, at fara undir samráðingarnar beint eftir nýggjár og eitt tað fyrsta, tær skulu útgreina, er, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum skulu verða, og hvussu tær skulu skipast.
- Útgreiningararbeiðið skal enda við eini samstarvsavtalu, sum skal verða klár at undirskriva fyri 1. mai 2014, siga tær báðar kommunurnar.
Kommunurnar kring Skálafjørðin hava ídag fleiri vælvirkandi samstørv, eitt nú um barnavernd tilbúgving.
Á myndini eru teir tríggir borgarstjórarnir, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Nesi og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
|