Hann vísti á, at nú kommunan leggur stóran dent á at reka ein varnan fíggjarpolitikk, kom tað sera dátt við hjá kommununi, at landið legði barnaansingina út til kommunurnar við so stuttum skotbrái, at kommunan ikki fekk stundir til at laga seg til broyttu umstøðurnar. Hetta kom at hava við sær, at menningin, sum hevur verið á barnaansingarøkinum, fer at minka, og kann hava við sær, at kommunan fær minni inntøkur, av tí at foreldrini ikki sleppa til arbeiðis.
Bygdaráðsformaðurin vísti á skeivu gongdina, har tað almenna hevur havt tungt við at viðurkenna sær ta fullu ábyrgdina av børnunum, teimum gomlu og teimum brekaðu.
Hann helt fyri, at so hvørt sum demokratiseringin av samfelagnum er sligin ígjøgnum, hava kommunurnar fingið fleiri og fleiri uppgávur at røkja, og ein av teimum týdningarmestu er fólkaskúlin. Meðan krøvini til teir fyrstu skúlarnar ikki vórðu so stór, so er øðrvísi í dag, har lagt verður upp til broyttar arbeiðshættir hjá næmingum og lærarum.
Annfinn Brekkstein minti á, at vit føroyingar liva ikki longur eina avbyrgda tilveru. -Vit vilja taka aktivan lut í framburðinum kring okkum og ein fyritreyt fyri hesum framburði er, at okkara skúlaverk fær hægstu raðfesting. Tí mugu skúlalógirnar støðugt lagast til nýggju krøvini, og myndugleikarnir mugu gera sítt fyri at teir ytru karmarnir eitt nú skúlabygningar og amboð eru hóskandi.
Bygdaráðsformaðurin vísti síðani til nýggju fólkaskúlalógina, sum leggur upp til nýggjar lærugreiniir og at intergrera telduna í undirvísingina. -Skúlin skal kunna skapa líkindi fyri, at næmingarnir fáa uppliving og virkishuga, so teir fáa hug at læra. Teir skulu kunna venja síni evni til sjálvstøðuga meting, so at teir kunnu vera við til at taka avgerðir í einum demokratiskum samfelag. Innihaldið er tað týdningarmesta fyri børnini, men teir ytru karmarnir hava avgerðandi týdning fyri, at bæði næmingar og lærarar skulu kenna sær væl og fáa sum mest burturúr.