Tað voldi kommunustýrislimum nakað av høvuðbrýggi, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, stutt fyri jól legði fram uppskotið um broytingar í skattalógini.
Serliga var tað skattalækkingin til fiski- og sjómenn, ið skapti ótta, tí hetta kemur beinleiðis at ávirka inntøkurnar hjá kommununum.
Serstakliga hjá teimum kommunum, har stórur parturin av skattainntøkuni stavar frá fiskimonnum, var ivin stórur. Hartil kom, at kommunurnar longu høvdu lagt sínar fíggjarætlanir, tá skattalógin kom fyri.
Tað eru serliga tær smærru kommunurnar, ið eru tengdar at skattainntøkuni frá fiskimonnum, so har kom skattabroytingin sjálvsagt at merkjast harðast, men landsstýrið hevur tikið fyrivarni fyri hesum og hevur lagt uppskot fram um, hvussu kommunurnar skulu kompenserast fyri skattamissin.
Missa lítið og einki
Útrokningar hjá landsstýrinum vísa, at tær kommunur, ið missa mest við skattabroytingini, fáa knappliga 10% minni í skattainntøku. Tær kommunur, ið merkja minst til broytingina, missa minni enn hálvt skattaprosent.
Tað kann tó í báðum førum vera talan um nógvan pening, og fyri at uppviga henda missin hjá kommununum, hevur landsstýrið gjørt av geva kompensatión.
Anfinn Kallsberg vísir á, at bankar, sparikassar og tryggingarfeløg nú gjalda skatt, og í staðin fyri ? sum áður ? at kommunurnar, har hesir stovnar hava sítt høvuðssæti, fáa bróðurpartin av skattainntøkunum, meðan kommunur við deildum fáa ein part, skal hesin skattapeningur nú býtast javnt út á allar kommunur í landinum.
Býtið verður soleiðis, at ávís upphædd verður útgoldin kommununum í mun til fólkatalið. Hetta ger, at missurin hjá kommununum bert verður avmarkaður, og tann kommunan, ið missir mest ? 400.000 kr. ? fær við hesum býti 200.000 kr. aftur soleiðis, at samlaði missurin bert verður 200.000 krónur.
Alt hetta ger, at tað eisini verða kommunur, ið beinleiðis fara at hava fyrimun av skattalættanum til fiskimenn.