Vit viðgera í løtuni uppleggið frá Pedagogfelagnum, og tað er innan fyri rímuligt mark.
Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við Útvarpið í morgun.
Hann segði, at Pedagogfelagið hevur sett fram krøv, sum í høuvðsheitum snúgva seg um fyrireikingartíð, so sum pedagogarnir eisini hava víst á fleiri ferðir í miðlunum seinastu dagarnar.
Vit kanna hesi viðurskiftini nú. Vit hava jú ymsar stovnar, og har eru ymisk arbeiðsviðurskifti. Men vit skulu so finna eina felags loysn, og hana vænti eg, at vit finna, segði Heðin Mortensen.
Óvist er kortini, hvussu long tíð gongur afturat. Heðin Mortensen hevði í útvarpinum einki boð uppá, nær ein loysn kann væntast.
Bólturin liggur í løtuni hjá okkum, og vit arbeiða við málinum. Tað eru allar kommunurnar í landinum, sum skulu viðgera hetta. Men kanska vit svara í kvøld ella í morginári, segði Heðin Mortensen, sum eins og Maud Wang Hansen segði í gjár ikki væntar, at boð verða eftir semingsmonnum.