Kommunurnar yvirtaka Sýnina

Nú er avtalað, at kommunurnar í Vágum yvirtaka røktarheimið á Sýnini. Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Sørvági.

Røktarheimið á Sýnini í Miðvági, sum higartil hevur verið átt av einum sjálvsognarstovni, verður nú ogn hjá kommununum í Vágum. Tað sigur ein avtala um heimið á Sýnini, sum varð undirskrivað í Fíggjarmálaráðnum í gjár.

Tá kommunurnar hava yvirtikið heimið, verður farið undir umfatandi umvælingararbeiði, sum kommunurnar koma at standa fyri og hava ábyrgdina av.

Ætlanin er, at landskassin skal lána kommununum 31,5 milliónir til umvælingararbeiðið, men tað skal so samtykkjast í Løgtinginum. Bæði ognarluturin í heiminum og lánsupphæddin verður lutað millum kommunurnar eftir fólkatali.

– Tað er umráðandi at starvsfólk, búfólk og avvarðandi aftur kunnu kenna seg trygg og trívast á heiminum, og tað vóna vit, at henda avtalan kann virka við til, siga Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

– Hetta er eitt mál, sum vit hava raðfest ógvuliga høgt,  siga Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, og Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Hoyr samrøðu við Sune Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.