Kommunuskúlin skal javnast við jørðina

Hann stendur sum eitt stórt spøkilsi í miðbýnum, heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

 

- Kommunuskúlin stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í býnum og tað einasta rætta er at javna hann við jørðina.

Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn.

 

Nógv kjak hevur verið um, hvat Kommunuskúlin í miðbýnum í Havn skal brúkast til.

Nevnt hevur verið at gera hann til innandura spælipláss, innandura parkeringspláss, bókasavn ella íbúðir.

 

Men tað seinasta, sum mest hevur verið tosað um, er at gera hann til eitt mentanar og virkishús til list og virksemi av øllum handa slagi.

 

Men Jógvan Arge, varaborgarstjóri, er av eini heilt aðrari áskoðan.

- Tað einasta rætta er taka hann niður sigur hann.

 

- Býarskipanarliga er hann ikki nakað prýði. Hann stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í býnum og fjalir fyri útsýnið og tekur alt ljósið frá teimum øllum nærhendis.

 

- Tað einasta, sum sæst hjá øllum teimum, sum eru rundanum Kommunuskúlan, er ein stórur, gulur betongveggur.

 

Kommunuskúlin er eitt stórt, spøkilsi, sum als ikki passar inn í býarmyndina, leggur hann afturat.

 

Tað hevur verið víst á, at tað kostar einar 30 milliónir at dagføra kommunuskúlagarðin, har ein trupuleiki er, at hann hevur sopp.

Men hesum roknistykkinum hevur Jógvan Arge púra einki álit á.

- Vit umvældu ein barnagarð í Hoyvík, sum kann vera í trimum skúlstovum í Kommunuskúlanum og tað kostaði 16 -17 milliónir.

- So at umvæla Kommunuskúlan kostar heldur einar 100 milliónir, sigur Jógvan Arge.

 

Tað er so gamalt og illa farið, eitt nú at soppi, at tað verður ómetaliga dýrt at umvæla áðrenn tað kann brúkast til nakað sum helst.

 

- Hann hevur livað sítt lív og nú eiga vit at taka hann niður, leggur varaborgarstjórin afturat.

 

Hann sigur, at tað er neyðugt, at býráðið viðgerð spurningin um kommunuskúlan nógv meiri nágreiniliga og tí vil hann ikki binda seg til tað seinasta, sum hevur verið frammi um at gera hann til mentanarsetur.