Hóast agurkutíð er hjá Sjónvarpinum er óskiljandi, at ein alment fíggjaður public service miðil kemr sær at spinna eina søgu burtur úr púrt ongum.
Soleiðis skrivar kommunustjórin hjá Tórshavnar kommunu, Ingibjørg Berg, i eini sera hvassorðaðari viðmerking til Kringvarpið, sum í fleiri sendingum í Degi og Viku hevur dyrkað søguna brandfellur í húsum, sum kom í kjalarvørrinum av sendingini um eldsbrnan í Ravnsoyargøtu, har tríggir smádreingir brunnu inni.
Ingibjørg Berg sigur víðari:
AT nýta søguna um hesa afturtiknu innlitsumbøn til at ákæra Tórshavnar kommunu fyri at vilja fremja karaktermorð móti einum einstøkum borgara er óreiðiligt og ósømiligt, og tað hevur als onki við sakligan journalistikk at gera.
Lat meg undirstrika, at innlitsumbønin hjá Tórshavnar kommunu hevði einki við nakran persón at gera. Umbønin var grundað á ynskið um at fremja skjóta bíliga og góða tænastu í eini byggimálsviðgerð við at nýta eina virkandi loysn, heldur enn at uppfinna nakað nýtt.
Hevnisøka og forfylging hoyra ongastaðni heima - allarminst hjá almennum myndugleikum ella almennum fjølmiðlum.
Allir borgarar kunnu tí kenna seg tryggar við, at Tórshavnar kommunu veitir øllum borgarum eins viðgerð. Illgitingar og skuggaboksing í Sjónvarpinum fara at standa fyri Sjónvarpsins egnu rokning, sigur Ingibjørg Berg.
Viðmerkingin hjá Ingibjørg Berg kann lesast í fullum líki VIÐ AT TRÝSTA HER