Asbjørn Mikkelsen
valevni til Runavíkar kommunu
Nú stundar til kommunuval og maður og kvinna skulu av húsi at velja.
Soleiðis er eisini í nýggju stórkommununi í Eysturoynni.
Sigast má, at vit eru í eini broytingartíð - nú, ið Skála - , Oyndarfjarðar - og Elduvíkar kommuna leggja saman við Runavíkar kommunu.
Sjálvur havi eg sitið í bygdaráðnum hjá Skála kommunu hetta farna skeiðið. Skeiðið hevur verið spennandi. Samstarvið hevur verið sera gott og hevur givið gróðrarlíkindi til vøkstur á so mongum økjum.
Á breddanum hevur staðið trivnaður, sum m.a. er:
-útvegan av grundøkjum til familjur, ið vilja seta búgv
- barnaansingarpláss
-møguleikar fyri frítíðarítrivi av ymiskum slag
- eldraøki
- fríðkan av skúlaøki og øðrum
-góðar rammur til vinnulív og felagslív
Eisini hava vit, - eins og bygdafólk okkara - lagt dent at hava gott samstarv við grannabygdir okkara, har vit m.a. kunnu nevna samstarv innan eldsløkkilið, røktarheim, ítrótt, v.m.
Fleiri nýggj hús eru bygd hetta seinasta skeiðið. Fólkatalið í kommununi er soleiðis økt við umleið 70 innan fyri 4 ár.
Á Skála og í Skála-firði hava vit eina væl-virkandi dagrøktarskip-an - uttan bíðirøð - , sum harumframt hevur eina spælistovu at ráða yvir. Frá hesum skúlaárinum hava vit eisini sett á stovn ein frítíðarskúla. Á tekniborðinum liggur barnagarður.
Á eldraøkinum hava vit bygt víðari á lagdar lunnar hjá undanfarna bygdaráði og eru nú við at víðka eldrabýlið við plássum til 8 búfólk aftrat, samstundis sum arbeiðsfólkið fær betri umsitingarhølir.
Stadion-økið er og verður dagført, - bæði høll, vøllur og økið uttanum, - so hesi lúka tey krøv, ið verða sett slíkum økjum framyvir.
Skúlin, ið varð bygdur í 1990, og økið kring hann, er eisini dagført, í tøttum og góðum samstarvi við lærarar og skúlastýri.
Avtalað er gjørd við hagapartarnar um vetrarfriðing, sum eftir ætlan verður verksett komandi árini. Hetta fer at geva kommunalu umsitingini, eins væl og borgarunum, góðar karmar til at skapa og viðlíkahalda grøn økir.
Framburður er tengd-ur at, at fíggjarviðurskiftini eru í lagi, og tað má sigast, at so er, tí saman við øllum hesum sjónliga framburði hevur kommunan samstundis niðurgoldið skuld, soleiðis at henda nú verður umleið 1,6 álíkning við ársskiftið móti 2,5 álíkning við byrjan av hesum skjótt farna 4 ára skeiði.
Nú leggja vit so - eftir bygdaráðsins og fólksins vilja - saman við oman fyri nevndu kommunum, og stóra kommunan fer at bera navnið Runavíkar kommuna. Hetta, at leggja saman, er í sær sjálvum ein spennandi avbjóðing, sum eisini setir nýggj og øðrvísi krøv til teirra, ið inn koma.
Vóni, at hetta samstarv kann bera frukt og verða til gagns fyri allar borgarar kommununnar.
Málið má vera, at tað skal verða gott at vera borgari í samanløgdu kommununi.
Takki fyri tíðina, ið eg fekk innan bygdaráðsins gátt á Skála. Eri sinn-aður at gera mítt til, at virkast kann víðari í stóru kommununi í góðum samstarvsanda.
Men um eg fái høvi til tess, tað er í fyrstu syftu upp til veljarans at avgera.
Gott val !
Tað í sær sjálvum er ein spennandi avbjóð-ing, eg havi tikið.