Turið Debes Hentze
Valevnini markeraðu seg dúgliga við myndum og greinum, uttan at nakað beinleiðis valtema var - uttan kanska júst barnaansingin. Eisini aðrastaðni í Føroyum tyktist barnaansingin at hava áhuga. Herumframt hómaðist ein spíri um, at hesaferð skuldu kvinnur veljast. Kvinnurnar hoyrast tá sosial mál eru á politiksu skránni ella kanska er tað øvugt: kvinnurnar hava hesi mál við sær, tá tær koma í politikk.
Neyvan er tað so, at barnaansingin sum valtema, er tekin um breiða semju um, at kvinnurnar, um tær ynskja tað, nú eins sjálvsagt og menninir skulu kunna gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum við teirri virðing hetta gevur. Tey batnandi fíggjarviðurskiftini við fleiri arbeiðsplássum sum hava brúk fyri fólki og óttin fyri avfólking av bygdasamfeløgum orsakað av tørvandi arbeiðsmegi, munnu vera ein eins stór orsøk.
Líkamikið hvør orsøkin er, er gleðiligt at hoyra kvinnur stíga fram og leggja áherðslu á, at teirra hjartamál eru tey sosialu viðurskiftini. Hesi sonevndu bleytu ósjónligu virðini sum bara eru - ella eru ikki, og ikki gerast sjónlig, fyrrenn tey eru ein trupulleiki, sum kostar pengar - og tá ikki verða virðissett serliga høgt.
Umsorgan fyri øðrum, barnaansing og eldrarøkt eru ikki longur bert privat mál, men eru og gerast alsamt meiri politisk jú fleiri kvinnur fáa sær útbúgvingar og ynskja at virka í samfelagnum eisini uttanfyri heimi við egnari inntøku. Serliga fyri kvinnurnar er átroðkandi, at hesi øki, sum hava verið teirra ábyrgd, ikki fara í órøkt, um tær fara heimanífrá út at arbeiða. Tær skulu við góðari samvitsku kunnu fara heimanífrá og koma heimaftur aftan á dagsins arbeiði og vita sær, at skil er á eisini tí heimliga.
Gleðiligt, at tær kvinnurøddir sum hava verið at hoyrt, staðiliga hava gjørt vart við hetta og í valkampinum hava argumenterað júst við hesum. Ein uppprioritering av hesum viðurskiftum kemur ikki fyrrenn tey sum veruliga kenna tørvin á sín kropp gera vart við hetta - og tey eru aloftast kvinnurnar.
Kvinnurnar skulu ikki halda seg aftur við at marknaðarføra seg sum politikkarar við hesum áhugamálum sum vøru, hóast týðum rættiliga niðurgerandi fyri bæði sosialmál og kvinnur í politikki hevur verið sagt, at "hasum kunnu kvinnurnar taka sær av". Og rætt er, at hasum eru kvinnurnar tær nærmastu at taka sær av. Avgerðin um at fara í politik sprettur hjá teimum flestu út frá persónligum áhugamálum, tað veri seg vinnu, fiski, makt, skipum, arbeiðsumstøðum, lønum, pengum, ítrótti o.a.og sjálvsagt er sama galdandi fyri kvinnur. Sosial- og heilsuviðurskifti liggja tætt uppat dagligdegnum hjá nógvum kvinnum, men virðingin fyri hesum er so sum so.
Tí kanska eitt høgt mál at seta sær sum kvinna at marknaðarføra seg sum politikara við teimum bleytu virðunum. Kanska er tað lættari fyri ein mannligan politikkara at geva teimum bleytu virðunum tað virðing, tey hava uppiborið. Men soleiðis eigur tað ikki at vera, tí á hesum økinum eru kvinnurnar tær serkønu. Bert mugu tær rokna við, at um hesi virðini verða valtema til komandi løgtingsval, sum tey plaga at vera, so sleppa tær ikki at eiga tey einsamøll. Men tað ger minni, tí ivaleyst er av øðrum málum eisini at fara undir.
Kvinnur eiga eins og menninir gera tað at luttaka í politikki út frá egnum áhugamálum. Ein góð politisk viðgerð og loysn av teimum bleytu økjunum betrar um umstøðurnar hjá kvinnum at luttaka í politikki á jøvnum føti við menninar. Og enn liggur nógv á láni á hesum økjum, so her er nóg mikið at arbeiða við.