Komu at landi við sjáldsomum fongi

Ferðafólk, sum leygardagin kavaðu eystanfyri Nólsoynna, fingu eitt forkunnugt minni heim aftur við sær

Sjáldsamur fongur
 


- Eg sá eitt ella annað avlangt liggja og flóta í sjónum og eg helt, at eg skuldi fara at vita, hvat tað var.
Ingi Sørensen í Tórshavnar Froskmannafelag, bleiv forvitin, tá ið hann sá nakað avlangt og skyggjandi í sjónum, ímeðan hann lá og damlaði á sjey metra dýpi, beint Eystanfyri Nólsoynna.
Leygardagin vóru teir farnir eystur um Nólsoynna at kava við enskum ferðafólkum og teir lupu á bláman beint uttanfyri Hellið.
- Ímeðan vit lógu og damlaðu sá eg nakað burturi eitt ella annað avlangt og skyggjandi í sjónum á sjey metra dýpi, sigur Ingi Sørensen.
Hann sigur, at hann bleiv forvitin og helt, at hann skuldi fara at vita, hvat tað var fyri nakað.
Tá ið hann kom yvir til tað, sá hann, at tað var ein fiskur. Men tað var ikki ein vanligur fiskur. Hetta var okkurt heilt óvanligt, tí so løgnan stavn høvdu tey ikki sæð áður.
Fiskurin mestsum hekk í sjónum við høvdinum uppeftir. Ingi helt, at fiskurin var deyður og tók um hann.
- Men hann var alt annað enn deyður, tí tá ið eg tók í hann, gjørdi eitt ordiligt sprakl, so eg hvakk við.
Fiskurin royndi at sleppa sær undan, men Ingi fekk fatur á honum og tók hann við til lands. Ensku ferðafólkini fingu sostatt eisini eitt serstakt minni við sær til lands
Nú er ætlanin at fáa Fiskirannsóknarstovuni fiskin, so at tey kunnu fáa greiði á, hvat hetta er fyri ein.
Í øllum førum er hetta ein fiskur, sum er heilt óvanligur um okkara leiðir og tí kann  tað vera áhugavert at fáa staðfest, hvat hetta er fyri ein fiskur.
Og at talan er um ein løgnan fisk, er onki at ivast í. Hann er 1,15 metur langur. Hann er flatur, men  tunnur, sum pappír. Tað er akkurát har hann er allartjukkast á sjálvari miðjuni, at hann er tríggjar sentimetrar, annars er hann lítið frægari enn eitt pappírsark.
 
Pussfiskurin er ein silvurkalvi
Á Fiskirannsóknarstovuni var ongin fiskifrøðingur at hitta í gjár. Men ein hjálpsamur lesari fortelur okkum, at fiskurin, sum Ingi Sørensen tók eystanfyri Nólsoy, er ein silvurkalvi, sum ikki er heilt ókendur í Føroyum.
Á heimsíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni er ein stutt frágreiðing um silvurkalvan og eftir myndini at døma er lítið at ivast í, lesarin hevur rætt.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at silvurkalvi sæst frá Noregi, Íslandi og Suðurgrønlandi til Suðurafrika, Indiska- og Kyrrahavinum. Men av og sæst hann eisini við Føroyar. Hann kann síggjast uppi á floti og niður á 600 metra dýpi og hann verður upp til 3 metrar í longd. Meiri fæst at vita um silvurkalva á www.frs.fo/fish.asp?FishKey=122&ID=10066
 
Annars hevur Fiskirannsóknarstovan www.frs.fo