Stutt fyri døgurða í dag hildu teir tríggir stjórnarleiðararnir í Danmark, Føroyum og Grønlandi tíðindafund úti í Tinganesi.
Tað málið, sum fekk størstu umrøðu, var helst fundurin hjá IWC, har skotið var upp, at stovna nøkur hvalareservatir í Suðuratlantshavi. Tey trý londini í ríkisfelagsskapinum vóru samd um ikki at tak undir við hesum uppskoti, men síðani hendi tað, at danska stjórnin kom í minniluta í hesum málinum.
- Eg vil fegin undirstrika, at Danmark tekur undi við burðardyggari hvalaveiði. Vit halda, at smá samfeløg, sum dríva burðardygga hvalaveiði skulu hava møguleika til tað, segði Anders Fogh Rasmussen.
Hann segði víðari, at teir eisini høvdu ætlað sær at fylgt teirri semju upp, sum londini samdust um, men tá stjórnin í málinum kom í minniluta, mátti hon fylgja viljanum hjá meirilutanum.
Men hann segði eisini, at teir flokkar, sum ikki vildu taka undir við semjuni, sum Danmark, Føroyar og Grønland høvdu gjørt, í stóran mun eru flokkar, sum samstarva við Norðuratlantsbólkin.
Løgmaður nevndi, at eisini danski javnaðarflokkurin hevði gingið ímóti semjuni, og hann segði, at hann ætlaði sær at taka upp sambandi við bróðurflokkin at tosa um hetta málið.
- Men tað er ikki lætt, tá støða er tikin. Tá er verri at venda aftur, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Allir tríggir stjórnarleiðararnir vóru kortini samdir um, at hetta hevur verið ein væleydnaður fundur, og serliga túrurin út í Koltur og Hest í gjárkvøldið.
- Tað er ein uppliving, sum vit avgjørt fara at taka heimn við okkum, segði danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen.
Lesið meiri um ríkisfundin í blaðnum í morgin.