Konan er stjóri í fyritøkuni

- Tað eru vakstrarmøguleikar við flutningstænastu um Suðuroyarfjørð, sigur May-Britt Holm, stjóri í HH Flutningi.

Tað var hin 18. juni í fjør, at May-Britt Holm og maður hennara, Henning Holm í Vági, yvirtóku Suðuroyarleiðina og stovnaðu sína egnu flutningsfyritøku, HH Flutningur. Henning Holm hevur drúgvar royndir í koyring. Hann hevur havt koyrikort til lastbil og trailara síðan 1999 og hevur koyrt heilt síðan tá.

Tá hjúnini yvirtóku flutningstænastuna, vóru tað nakrir fastir kundar, sum fylgdu við, og síðan hava tey roynt at vaksið um fyritøkuna. - Her eru eisini vakstrarmøguleikar, men í løtuni standa vit og mangla ein bilførara til tað, sigur stjórin í fyritøkuni, May-Britt Holm.

Hon vísir á, at ein stórur partur av flutninginum um Suðuroyarfjørð er fyri viðskiftafólk, sum keypa ymiskt í stórhandlunum í Havn, og tað kemur eisini fyri, at tey heinta ymiskt brúkt, sum fólk keypa norðanfjørðs.

- Vit hava eisini samstarv við aðra flutningsfyritøku, sum ikki so ofta er í Suðuroy, sigur hon og vísir á, at HH Flutningur er í Havn tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, mikudag og fríggjadag.

Tað er gjarna minni flutningur úr Suðuroy og norður eftir, enn tað er úr Havn og suðureftir. - Men, okkara flutningstænasta gongur sjálvsagt báðar vegir og fólk, fyritøkur, stovnar – ella hvør tað nú kann vera – eru altíð hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri, sigur May-Britt Holm.