Konan inn fyri mannin

Maðurin takkaði fyri seg og konan tók yvir


Tað hendi ikki stórar broytingar í nevnd og umboðsráði, nú Útoyggjafelagið hevði aðalfund á bygdarstevnu við Gjógv í dag.

Fyri at taka samanum, hendi bara ein broyting og tað er, at Trøllanes fekk nýtt umboð í umboðsráðið í Útoyggjafelagnum.

 

Eyðun Eliasen hevur verið umboðsráðnum, men í dag takkaði hann fyri seg. Men sessurin fór ikki langt, tí tað varð konan Anja, sum tók yvir.

Annars hendi ongar broytingar á hesum aðalfundinum í Útoyggjafelagnum, sum nú hevur 13 ár á baki.

 

Formaður er í nevndini er Óla Jákup úr Dímun, sum eisini er úr Dímun, samskipari er
Olga Biskopstø úr Klaksvík, og nevndarlimur er Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi.

 

Í Umboðsráðnum sita nú: Magni Garðalíð, Húsar, sum eisini er formaður, Harry Jensen, Skúvoy,
Óli á Geilini, Svínoy, sum er skrivari,
Anja Eliasen, Trøllanes, Andras í Frammistovu, Kirkja,
Johanna Hansen, Hattarvík,
Magnus Eliasen, Mikladalur,
Katrina Johannesen, Mykines,
Kartin Lenvig, Hestur
og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.

 

Síggj fleiri myndir frá bygdarstevnuni við Gjógv við at trýsta HER