Konan »stjól« bilin

Nú ein morgunin gjørdist ein maður í Havn rættuliga skakkur, tá hann skuldi fara við bilinum um morgunin. Í túninum var eingin bilur, og maðurin meldaði tí bilin stolnan.

Hann fekk kortini seinni at vita, at bilurin stóð til sølu hjá bilasølu í Havn - og at hann als ikki átti bilin longur.

Maðurin hevðu sjálvur staðið fyri bilinum, men konan, ið júst var flutt frá honum, hevði verið á Tollstovuni í Havn og gjørt eigaraskiftið - hóast hon á pappírinum als ikki átti bilin.

Sosialurin skilir, at tað ber einum og hvørjum til at fremja eigaraskifti á bili við at gjalda 600 krónur til landskassan - men hesar reglur verða nú uttan iva táttaðar.