Konfirmantar í Havnar kirkju 1927

Tórshavnar alfrøði:

Tann 2. oktober í 1927 blivu ikki færri enn 59 konfirmantar fermdir í Havnar Kirkju, 27 gentir og 32 dreingir. Myndina av dreingjunum seta vit í blaðið í dag.
 
Teir konfirmantarnar vit kenna, hava vit navngivið, teir ikki navngivnu, fara vit at biðja fólk runt landið um at hjálpa okkum við.
Av tí at so nógvir konfirmantar blivu fermdir hendan dagin, ganga vit út frá at genturnar eru avmyndaðar fyri seg. Eigur onkur myndina av gentunum, so lat okkum endeliga hoyra frá tykkum.
 
Teir 7 dreingirnir aftast, eru f.v.: ókendur, ókendur, ókendur, Peter Bjarne Skarðhamar (Havn), ókendur & Ásmundur Haraldsen (Havn).
 
Teir 14 dreingirnir í miðjuni, eru f.v.: ókendur, ókendur, Jacob Jacobsen (Jákup hjá Jørgin á Áarvegnum), ókendur, Jens Dam Jacobsen (á Kamarinum), Niels Juel Nielsen (Niels Juel hjá barberinum), Oskar Frits Arge (Havn), provst Dahl, Jakob Johansen (Jákup hjá Carl á Lag), Álvur Johannessen  (Havn), Per Bjarni Mohr (Hoyvík), Niels Pauli Holm Restorff (í matrósaklæðum), drongurin aftanfyri Niels Restorff er ókendur, ókendur & ókendur.
 
Teir 12 dreingirnir fremst, eru f.v.: Hugo Lindenskov (Havn), ókendur, ókendur, Jóannes Rasmussen (Havn), ókendur, ókendur, ókendur, Asbjørn Skarðhamar (Havn), Helge Johan Dal Michelsen (Helge í Smæruni), Richard Svenning Mortensen (Argir), Arngrímur Skála (Havn) & Ólavur Pætur Dalsgaard (Velbastað).
 
Dreingirnir ið ikki eru navngivnir, eru: Niclas Martin Ellendersen, Peter Hans Leon Hammershaimb Christiansen, Peter Hans Georg Dahl, Peter Hans Dahl Waagstein, Carl Johannes Jacobsen, Axel Hansen, Christoffer Ziska, Hans Antonius Hansen, Rikard Sigurd Osvald Næs & Otto Klelund Heerup, allir úr Havn. Síðani vóru tað: Hans Jacob Sofus Lindenskov (Nólsoy), Olaf Arne Mortensen (Argir), Tróndur Joen Johannes Nybo (Hvítanes), Daniel Jacob Jacobsen (Hvítanes), & Andreas Johan Robert Skeel Nolsøe (Kalbak).
 
Genturnar ið blivu fermdar sama dag, men sum ongin mynd er av, vóru: Else Marie Højgaard, Jona Elisabeth Mariane Christiansen, Sólveig Isholm, Laurine Højgaard, Bergliot Heinesen, Margit Debess, Anna Poulsen, Karin Daniella Jacobsen, Juliane Johanne Petersen, Gunhild Isholm, Pouline Agathe Andrea Poulsen, Brynhild Margrethe Nielsen, Alice Johanne Poulsen, Metta Jacobsen, Anna Christence Mørk, Maria Emunda Ragnhild Theana Niclasen, Gudrid Poulsen, Johanne Hansine Hansen, allar úr Havn. Síðani vóru tær: Anna Edith Joensen (Hvítanes), Johanne Margrethe Susanne Simonsen (Hoyvík), Ingrid Johanne Sophie Jacobsen (Kalbak), Óluva Signild Danielsen (Hestur), Valborg Reinert (Kalbak), Gunhild Reinert (Kalbak), Johanne Pouline Sofie Arge (Argir), Martha Juline Olsen (Borðan) & Gudrun Elisabeth Jacobsen (Borðan).  
 
Tey sum kunna hjálpa okkum við at fáa restina av dreingjanøvnunum uppá pláss, verða vinarliga biðin um at ringja. Um onkur eigur myndina av gentunum sum blivu fermdar sama dag, hevði tað verið gott um vit hoyrdu frá viðkomandi.
 
Birgar Johannessen tlf. 314647 og 214647