Kongaligt svenskt brúdleyp komandi ár

Krúnprinsessa Victioria skal nú giftast við unnustanum Daniel Westling. Brúdleypið skal standa komandi summar Tað er ikki bert í Danmark, at kongaligt brúdleyp skal standa komandi ár. Hinumegin Oyrasund, eru fyrireikingarnar nevniliga farnar í gongd til stóra veitslu, tá krúnprinsessa Victoria skal siga ja til Daniel Westling.

Tað hevur higartil eydnast svenska kongshúsinum at halda tíðindini loynilig, men svenska blaðið Expressen skrivar í dag, at svenska kongshúsið hevur sett fram ynski um, at peningarliga upphæddin, sum kongshúsið árliga fær, komandi ár verður hækkað.

Skjøl, sum blaðið hevur fingið hendur á, vísa, at umframt vanligu umsóknina, hevur kongshúsið skoytt eitt evnið uppí afturat, nevniliga fyrireikingar til brúdleyp í kongshúsinum. Eykaútreiðslur í samband við yvirtíð, eyka fólk o.a.

Krúnprinsessan, sum er 30 ára gomul, og 34 ára gamli Daniel Westling, hava verið saman í 5 ár.