Eftir mótmæli í fleiri dagar hevur kongur í Bahrain, Hamad bin Isa al-Khalifa, biðið krúnprinsin fara undir samskifti við allar flokkar fyri at enda ta stóru kreppuna, sum landið við Persaflógvan er í.
Meginparturin av fólkinum í Bahrain eru shiamuslimar, men tað er tann sunnimuslimskir minnilutin, sum stýrir landinum.
Teir seinastu dagarnar hava shiamuslimar skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum, har tey hava kravt rættvís viðurskifti. Kongurin valdi at seta hart ímóti hørðum, men nú hevur hann biðið krúnprinsin fara undir tingingar við tey mótmælandi.
Í Egyptalandi hava fleiri milliónir fólk verið í gøtunum í dag, har tey hátíðarhildu, at ein vika er liðin, síðani Hosni Mubarak, forseti, noyddist at fara frá.