Konkursryttarar?

Tað var stjórin á Prent­mið­støð­ini, Christian Nagata, sum helt, at tað minti um »konk­urs­ryttari«, tá leiðslan á Dimm­a­lætt­ing í fjør rann und­an stórari rokning og fór nið­ur til Danmarkar at prenta blaðið.

Tá var Kjartan Hoydal skjót­ur við avtrekkjaranum. Kjart­an Hoydal veit altíð so væl, og hann vardi Dimmu í­móti øllum atfinningum og dømdi Christani Nagata sum tann ónda.
Men nú er byttan vend. Nú hevur sjálvt Kjart­an Hoy­dal funnið út av, at tað sum Árni Greg­er­sen og Eyðfinnur Reyð­berg royna at gera, er »kon­kurs­rýttarí«.

Konkursrýttarar verða per­són­ar róptir, sum til­vit­að spek­u­lera við at lumpa onn­ur fólk. Tildømis tað, sum Árni Gregersen og Eyð­finn­ur Reyðberg (sum er frá­koyrd­ur spar­i­kassastjóri í Klaks­vík) nú gera. Teir ætla at lumpa seg undan rokn­ing­um upp á fleiri mill­i­ónir – og starvsfólkini fáa ikki sín­a løn.

Kjartan Hoydal skrivar so­leiðis á Facebook:

– Seinast í 2012 talaði eg at, at Christian Nagata skuld­­setti leiðsl­una á Dimm­­a­lætt­ing fyri kon­kurs­rytt­arí. Eg má tíverri á­sanna, at hend­­in­­g­a­r­nar sein­astu dag­ar­nar hava víst, at Christ­ian hevur rætt í sín­um skuldsetingum...