Konsert í Haldarsvík við Steven Walter

Konsertfelagið og Norðurlandahúsið standa aftanfyri konserttiltakið hjá ungum selloleikara í Haldarsvíkar kirkju í kvøld Í kvøld klokkan 19.30 fer selloleikarin Steven Walter at hava konsert í Haldarsvíkar kirkju.

Á konsertferðini í Føroyum hevur Steven longu havt tvær konsertir. Onnur var í Norðurlandahúsinum mikukvøldið og hin í Oyndarfjarðar kirkju í gjárkvøldið.

Í kvøld verður so høvi at hoyra unga og evnaríka selloleikaran í Haldarsvík.

Steven Walter er føddur og uppvaksin í Týsklandi, pápin er týskari og mamman amerikanari.

Leygarmorgunin komandi fer hann at hava workshop í GHM-salinum í Tórshavnar Musikkskúla frá klokkan 10-12, har Rúni Bláfoss, Anna á Váli, Inga og Kristina á Váli fara at fáa frálæru frá honum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta.

Steven Walter fer eisini at greiða frá ymiskum royndum, hann sjálvur hevur gjørt sær innan tónleikalivið, og henda frásøgn er kanska serliga áhugaverd hjá ungum tónleikarum at hoyra.

Konsertin í Haldarsvíkar kirkju í kvøld er ókeypis.

Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, sum standa aftanfyri tiltakið við Steven Walter.