Konsert í Havnar kirkju

TÍÐINDASKRIV

Barnakórið Droparnir og Glymur jólakonsert í Havnar kirkju


Leygardagin komandi, kl. 16.00, verður fjølbroytt jólakonsert í Havnar kirkju, har barnakórið Droparnir, undir leiðslu av Sigrid Sivertsen, og kórið Glymur við Julian Rasmussen sum leiðara fara at syngja jólasangir.
Droparnir er barnakór, ið m.a. er kent frá sangleikinum Jósef. Glymur byrjaði í 1984 sum rútmiskt kór, men syngur nú sangir innan nógvar sanggreinar.
Talan er um fyrstu ferð, at Droparnir og Glymur hava konsert saman.
Skráin, ið er sett saman av sangum og sálmum, ið hoyra jólunum til, er fjølbroytt, og fara kórini, umframt at syngja hvør sín part, eisini at syngja saman í seinnu helvt av konsertini.
Konsertin er ókeypis og bjóða vit øllum hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtuna.