Kristiliga Sangkórið úr Havn fer til Noregs á vitjan í summar.
Tey skulu m.a. vitja í Bergen og Tróndheimi og skulu millum annað hava konsert í Speljavik, Nidarsdommen og í Stiklestad kirke.
Kórið hevur vant dúgliga til ferðina og tí verður skipað fyri tveimum konsertum sunnudagin.
Klokkan 16.00 sunnudagin verður fyrra konsertin. Hon verður í Gøtu kirkju.
Bert fýra tímar seinni skal kórið hava konsert í Kommunuskúlaskálanum í Havn.
Framførdir verða ymsir sálmar og sangir.
Á konsertini í Havn verða tveir næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla við. Talan er um Andreu Mortensen og Marjun Olsen.
Tær hava fyri stuttari tíð síðan verði við til kapping, sum danska musikkkonservatoriið skipaði fyri. 105 ungdómar tóku lut í kappingini og báðir føroysku luttakararnir stóðu seg sera væl.
Andrea, ið spælir klaver og Marjun, ið spælir tvørfloytu framføra kappingartónleikin á konsertini í Kommunuskúlaskálnum sunnukvøldið, verður sagt í tíðindaskrivið frá Kristiliga Sangkórinum.
Tað er Hanus Joensen, sum er leiðari hjá Kristiliga Sangkórinum