Konsert í Runavík

Leygarkvøldið 16. mai verður ein stór kórkonsert í ítróttar- og samkomuhøllini í Runavík. Konsertin byrjar kl. 21.

Kórini, ið eru við, og sum eisini vóru við á gospelfestivalinum 98, kalla seg Aurora, Gospelkór úr Eysturoynni og United Voices. Aurora kemur úr Tórshavn og er eitt kór, ið hevur nógvar royndir, tá talan er um kórsang og tónleik, kóri er stjórnað av Ólavi Jøkladal. Gospelkórið úr Eysturoynni er eitt nýtt kór, ið stoð seg sera væl á gospelfestivalini, hetta kórið er sett saman av sangarum úr Eysturoynni og tónleikarum kring landið, kórið er stjórnað av Eyðun á Lakjuni.

United Voices er kórið, sum bleiv stovnað í sambandi við Andrew Chrauch á gospelfestivalinum 97, hetta kórið hevur havt tvær framførslur, og er sett saman av sangarum og tónleikarum kring alt landið, Eirikur Skála stjórnar hesum kóri. Felagið, ið stendur fyri hesi konsert, er VTJ Music, ið er eitt felag, sum vil stuðla øllum gospeltónleiki í Føroyum, og harav onnur góðgerandi endamál. ADJ-Sound stendur fyri ljóðgóðskuni. Orsøkin til hesa konsert er, at áhugin var so stórur á Gospelfestivalini 98, at bert ein lítil partur av áhoyrarum fekk møguleikan at hoyra hesi professionellu kór, tí vilja vit geva øllum møguleikan.