Konsert í Skálavík er avlýst

Norska kórið "Seraf" úr Bergen skuldi eftir ætlan hava konsert í deplinum "Immanuel" í Skálavík í kvøld klokkan 20.

 

Konsertin er avlýst av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at Seraf, vegna nógvar seinkingar í flogferðsluni ikki kemur til Føroya fyrr enn í kvøld, og hin orsøkin er, at veðurlíkindini í Skálavík er ov vánalig til, at tað ber til at hava eina konsert har í kvøld. Boðað verður eisini frá verri líkindum og nógvum vindi í kvøld.

 

Hinar báðar konsertirnar hjá Seraf verða kortini sum ætlað. Leygarkvøldið klokkan 20 í "Hebron" á Argjum, og sunnukvøldið klokkan 20 í "Kelduni" í Skálabotni.