Nú leygarkvøldið 8. februar kl 22.00 verður hin næsta konsertin í røðini við prix -aktuellum bólkum í Losjuni í Gøtu.
Hesuferð eru tríggir rokkbólkar á skránni.
Nummar tvey frá 2. umfari í prixnum seinasta leygarkvøld, Mind´s Eye úr Klaksvík saman við tveimum nýggjum bólkum úr Eysturoynni, Mary´s Baby og Bracket - hesir verða báðir við í prixnum 15. februar.
Mind´s Eye vóru sera væl dámdir eftir umfari 1. februar. Teir spæla harðan rokk í stíl við bólkar sum t.d. Limp Bizkit.
Bracket spæla progressivan rokk og manningin telur millum annað guitarsnillingin Arna Zachariassen, sum er kendur m.ø. frá I Am og sangarin er Andrias Højgaard, sum gjørdist nummar 2 í ársins songrødd kappingini 2001.
Mary´s Baby hevur eisini eina fyrrverandi ársins songrødd finalist við í manningini. Tað er frálíka evnaríka Olivia Mikkelsen, sum gjørdist nr 2 í ársins songrødd 2002. Onkur av manningini er eisini kendur úr bólkinum Marigold.
Tiltakið verður leygar-kvøldið kl 22.00 í Losjuni í Gøtu. Kostnaðurin er
80 kr, tó fyri limir í Grót einans 50 kr.