Konsert við The Kissaway Trail í Atlantis fríggjakvøldið

Klaksvíkar Kommunu hátíðarheldur í ár 100 ára føðingardag, og hevur í tí samandi lænt bólkin The Kissaway Trail frá vinarbýnum Odense til Klaksvíkar.

Leygardagin fer The Kissaway Trail á pall í Atlantis kl. 20.00.

 

 

Bólkurin hevur verið sera væl umtóktur seinastu tíðina. Teir hava spælt til fleiri av kendu showcase tiltøkunum, m.a. kunu vit nevna South by South West, har eisini Boys in a Band vóru við. Í summar spæla teir konsertir saman við Interpol og The National í Sweitz og saman við, Sigurð Rós og Mercury Rev í DK.

 

 

Bólkurin varð innstillaður til 2 DMA virðislønir í ár ? eina fyri bestu rock útgávu 2008 og eina fyri besta nýggja bólk 2008.

 

 

Teir, ið mannað bólkin eru:

Thomas L.Fagerlund - sang, guitar

Søren B. Corneliussen - sang, guitar

Daniel Skjoldmose - guitar, kór

Rune Pedersen - bass, kór

Hasse Mydtskov - trummur, kór

 

 

Hevur tú hug at vita meir um bólkin, so kanst tú vitja teir á:

www. thekissawaytrail. com

www. myspace. com/thekissawaytrail

 

 

Bólkurin fer sum sagt á pall í Atlantis leygarkvøldið kl. 20.00. Atgongumerkini fáast í Shell í Klaksvík ella við dyrnar.

 

Kostnaður 70,- kr