Í samband við mentanardagar í Sunda kommunu, verður stórt konserttiltak í nýggju høllini í Nesvík í kvøld klokkan 20. Her verður jazz-, gospel-og countrytónleikur í langar banar at hoyra.
Tey, sum standa aftan fyri tiltakið í kvøld, nevniliga Sunda kommuna og Leguhúsið í Nesvík, vita at siga, at her verður New Orleans Orkestrið Eitil og Blátt Gras, sum fara at spæla og syngja.
- New Orleans Orkestrið Eitil er eitt ársgamalt orkestur, sum serliga spælir gomul gospelløg. Orkestrið hevur tríggjar sangarar, og ljóðførini annars eru banjo, trummur og fimm blásarar.
Lagt verður aftrat, at Blátt Gras úr Vágum er kent um alt landið fyri sín lætta, festliga og glaða tónleik við einum góðum boðskapi. Menninir í bólkinum hava higartil givið út tvær fløgur, “Ávegis” í 2014 og “Framvegis” í fjør.
- Umstøðurnar til eina góða konsert í nýggju høllini í Nesvík eru av teimum allar bestu, og eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið.