Konservativ framgongd í Bretlandi

Hevði parlamentsval verið í Bretlandi í dag, hevði tann konservativi stjórnarflokkurin fingið 40 prosent av atkvøðunum, og hetta er størsta undirtøka, sum flokkurin hevur havt síðani seinasta val. Tað vísir ein kanning hjá blaðnum The Guardian.

Kanningin gevur arbeiðaraflokkinum 35 prosent og teimum liberalu 16 prosent.

Politiskir eygleiðarar í London siga, at kanningarúrslitið er ein dyggur smeitur fyri formannin í arbeiðaraflokkinum, Ed Milliband, sum hevur funnist sera harðliga at tí konservativa flokkinum og formanninum, David Cameron.

Stjórnin hjá Cameron hevur tikið fleiri truplar búskaparpolitiskar avgerðir í seinastuni, men einki bendir á, at tær hava tikið veljarar frá teimum konservativu.