- ES hevur nú álagt Danmark at boykotta ein annan part av Kongaríkinum Danmark. Tað er burturvið og átti als ikki at verið møguligt.
Hetta sigur Rasmus Jarlov, ið er millum profilarnar í Konservativa Fólkaflokkinum, og sum er uppstillaður til Fólkatingið og áður hevur verið fólkatingslimur.
Viðmerking hansara sæst á Facebook-profilinum hjá Rasmus Jarlov. Har hava danskir Facebook-brúkarar eitt lívligt orðaskifti í kjalarvørrinum av, at ES í dag hevur samtykt at boykotta Føroyar orsakað av ósemjuni um silda- og makrelfiskiskapin.
Rasmus Jarlov heldur, at danska stjórnin eigur at halda fram við arbeiðnum til frama fyri ríkisfelagsskapin og Føroyar.
- Stríðið kann ikki vera liðugt frá danskari síðu. Okkara loyalitetur eigur til eina og hvørj tíð at liggja í Ríkisfelagsskapinum heldur enn í Brússel, skrivar Rasmus Jarlov, ið bæði er limur í býráðnum í Keypmannahavn og fólkatingskandidatur fyri Konservativa Fólkaflokkin.
Her er leinkja til Facebook-síðuna hjá Rasmus Jarlov:
Mynd:Sermitsiaq.ag