Í dag er drotningavitjan í Føroyum, tí í dag vitjar Sonja drotning av Noreg á fyrsta sinni í Føroyum.
Men norski konsulin hevur ikki stundir at taka sær drotningini í dag, tí saman við konu sínu, Ninu, hevur Petur Even Djurhuus, norskur konsul silvurbrúdleyp í dag, og tey halda stóra veitslu í Hoyvíkshøllini í kvøld. Hann fær tí ikki verið við til døgurðan í Kirkjubø seinnapartin, hóast hann stendur á Bursatanga saman við løgmanni og borgarstjóranum, tá drotningin stígur í land klokkan 13.
Spurningurin er so, um tey í Hoyvík fáa royala vitjan til veitsluna í kvøld...?