Í sambandi við at standmyndin av Kópakonuni verður avdúkað í dag á helluni í Mikladali verður roknað við, at rættiliga fitt av fólki leitar sær til Mikladals at vera við til henda serliga og áhugaverda dag.
Søgnin er serstøk og væl kend, og tað sigst, at kistan, sum »klæðini« hjá kópakonuni vórðu goymd í, er til skjals í Mikladali.
Ternan avloysir Sam fríggjadagin, og siglur hon ikki færri enn 14 túrar á Syðradal og 14 túrar til Klaksvíkar í dag. Eisini eru fýra stórir bussar, sum hava ferðasamband við Ternuna settir inn í koyringina í Kalsoynni henda dagin. So um eini 1500 fólk ella fleiri koma, so skuldi tað ikki verið trupulleiki at flutt hesi fólkini. Ternan tekur smá 300 fólk hvørja ferð. Fyrsti túrurin av Klaksvík er klokkan 06.40, klokkan 08.00, klokkan 09.00, klokkan 10.00 og so fram eftir – seinasta ferðin av Syðradali er klokkan 22.35.
Mælt verður fólki frá at fara við bili, tí gott bussamband er, og tað kann vera skjótt at fylla Mikladal upp við bilum. Parkering av bilum niðri í bygdini er ikki loyvd henda dagin. Bert er loyvt at parkera oman eftir bygdavegnum frá landsvegnum og oman móti bygdini.
Fyrireikarnir vænta nógv fólk, og er nógv gjørt fyri, at til skal bera at fáa ein bita við fleiri ymiskum etistøðum. Konsertir og framsýningar eru eisini á skrá, umframt at Norðoya Kunningarstova skipar fyri gonguferðum í Mikladali niðan á Slættafjall og á Trøllanesi norður á Kallin.
Avdúkingin av standmyndini er klokkan 14, og verður tað Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum avdúkar. Eisini heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu og sangir og leikur er á skrá.