Tað er Ellen Wulff, ma. Art í semitiskari filologi og phd. í arabiskum máli og bókmentum, sum í løtuni umsetir Koranin. Um orsøkina til, hví hon átók sær uppgávuna, sigur Wulff millum annað
- Bæði politikarar og muslimar tveita um seg við tilsipingum til Koranin, sum ofta als ikki eru rættar. Tí leggi eg eisini stóran dent á at gera eitt innihaldsyvirlit, so fólk beinanvegin kunnu sláa upp, tá pástandirnir fúka gjøgnum luftina.
Higartil finst bert ein útgáva av Koranini á donskum. Hetta sigst vera ein ringt atkomilig umseting, sum bert umfatar avmarkaða Ahmaddiya-vongin av islam.
Útgávan, sum nú verður týdd, er tann sonevnda Cairo-útgávan frá 1924, sum er tann mest útbreidda millum muslimar.
Tað er forlagið Vandkunsten sum gevur út nýggju týðingina. Bókin kemur út í heyst, men kann longu nú bíleggjast á forlagnum.