Suðurkoreanska stjórnin er til reiðar at taka tær hernaðarligu samráðingarnar við stjórnina í Norðurkorea uppaftur í næsta mánað. Ætlandi verður fyrsti fundurin tann 11. februar.
Sambært suðurkoreonskum fjølmiðlum verða samráðingarnar í bygdini Panmunjom, sum er á markinum millum tey bæði londini.
Suðurkoreanska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki til samráðingarborðið uttan so, at Norðurkorea er sinnað at tosa um norðurkoreanska álopið á eina suðurkoreanska oyggj í november, har fýra fólk doyðu.
Harafturat vil Suðurkorea eisini hava tilburðin, tá eitt suðurkoreanskt herskip bleiv søkt, á borðið, og sambært fjølmiðlunum hevur norðurkoreanska stjórnin játtað at tosa um bæði málini.