Tvørturímóti hava partar av meirilutanum dusað sær í síni egnu verð, fjart burtur frá veruleikanum og uttan minstu virðing fyri fólkaræðinum og tess grundreglum. Gamaní, hava onkrir fundir verið hildnir á netinum, men eingin sum helst kunning kom um, hvat hendi á Vaglinum, fyrr enn vit í minnilutanum spurdu eftir tí. Vorðið sum einaveldi!
Úrslitið fær ikki verið annað enn ivi og undran, og millum annað síggja vit, at dagstovnaøkið stendur spyrjandi og bíðar eftir kunning og mannagongdum, nú ein vanligur gerandisdagur so spakuliga er farin at nærkast. Leiðslurnar vita einki, starvsfólkini vita einki og foreldrini vita einki. Ikki sørt, at tú freistast at spyrja, hvar Eindarleiðslan og býráðsmeirilutin er, nú brúk er fyri teimum?
Duga sær ikki hógv
Eitt sløð av kunning er komin frá eldraøkinum, men á dagstovnaøkinum, sum hevur við stórt sæð allar barnafamiljur í høvuðsstaðarkommununi at gera, hevur millum lítið og einki verið at hoyrt. Jú, borgarstjórin leigaði hølini í Saltsiloni til “ársins tíðindafund”, har fá fólk vóru til staðar, har tey greiddu frá, hvussu dagstovnaøkið skuldi latast upp. Men hetta var líkasum í seinna lagi, tí hesin fundir varð hildin klokkan 11 og øll børnini, sum skuldu á stovn tá, vóru farin um morgunin. Pínligt!
Nú er støðan tíbetur tann, at vit eru korona-frí, og tí skilji eg als ikki, hví ikki alt verður latið upp við øktum reinføri og annars vanligum viti og skili. Serliga, tá óskiljandi politiski viljin ikki er til at fáa kravt sóttarhald og vit í Føroyum kunnu liva “vanligt”.
Sum altíð, tá ið vandastøður leika á, er tað onkur, ið ikki dugir sær hógv, men heldur roynir at gera sær dælt av støðuni. Her gongur Fólkaflokkurin í Havn undan í hesum korona-tíðum og letur koma til sjóndar sína stóru trongd til sjálvpromovering! Tað sama kann so – hóast alt – ikki sigast um Tjóðveldi og Framsókn.
Vánalig leiðsla
Alt hetta, sum nú skal eitast at setast í gongd, hevur einki við veruleikan at gera, tí hetta eru arbeiði, sum eru partar av eini arbeiðsætlan, ið langt síðani er løgd fyri alt árið. Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna ikki hevur játtað meira pengar til nakað sum helst annað enn tað, sum longu frammanundan er staðfest í fíggjarætlanini, men kortini selur borgarstjórin hetta sum arbeiðsskapandi tiltøk. Smakkleyst!
Nú ræður tvørturímóti um at hava ís í búkinum, tí vit kunnu vænta, at tíðirnar kanska versna um eitt hálvt ár ella kanska longri, og tá er av sonnum neyðugt, at kommunan klárar at halda stand. Vit vita, at hetta kemur at merkja føroyska búskapin, og tá er umráðandi, at vit megna at halda hjólini malandi, so væl sum tað nú einaferð ber til.
At ein so vanlukkulig støða fyri land og fólk skal verða brúkt til egnan politiskan vinning, vísir bara, hvussu út av lagi vánaliga leiðslu, vit hava á Vaglinum.
Tróndur Sigurðsson
býráðslimur