Korona: Hann vónar at vit sleppa undan fleiri tiltøkum

Men hann stúrir fyri, at fleiri fólk verða smittað nú í jólamánaðinum, tá ið fólk verða meiri saman

##med2##

 

Nú eru næstan tvær vikur síðani at landsstýri setti nýggj tilmæli í verk í royndunum at basa koronu. Men hóast smittutølini, sum heild, eru lækkað, eru tey kortini ov høg enn, tí hesar seinastu dagarnar hava tey ligið í eini fastari legu upp á sløk 30 smittutilburðir um dagin upp í einar 50 tilburðir um dagin.

 

– Enn eru smittutølini ov høg og tað vísir seg, at vera ringt at berja hana niður aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við FM1.

 

Men hann hevur vónir um, at smittutølini fara at minkað aftur sum frálíður, tí nú hevur landslæknin aftur sett nógv fólk av til at tosa við øll, sum eru smittað, og at seta seg í samband við øll, sum te hava verið í sambandi við. Løgmaður sigur, at tað sita eini 15 fólk og ringja til øll, sum skulu í sóttarhald og hann vónar at tað fer at hjálpa.

 

Hinvegin stúrir hann fyri, at tað elva til smittuspjaðing, nú vit koma inn í jólamánaðin, og fólk eru meiri saman, tí hesin delta varianturin av koronu, smittar ógvuliga illa.

 

Men hansara vón er, at smittutølini fara at lækka so frægt, at tiltøkini, sum nú eru, kunnu vera sett úr gildið – men fortreytin er, at tey verða hildin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá støðuni beint nú  - og hoyr hann greiða frá, hvør eigur at lata seg kanna fyri koronu.