Korona hevur økt um talið á svøltandi

118 milliónir fólk fleiri enn árið fyri svøltaðu í fjør

Koronufarsóttin hevur økt munandi um talið á fólki í heiminum, ið svølta.

 

Tað metir ein nýggj frágreiðing hjá Sameindu Tjóða (ST)

 

Sambært ST svøltaðu 118 milliónir fólk fleiri í fjør enn árið fyri. Yvir 800 milliónir fólk vóru í føðslutroti í fjør. 418 milliónir av teimum búgva í Asia, 282 milliónir búgva í Afrika.

 

Ritzau skrivar, at ST-frágreiðingin vil vera við, at búskaparliga afturgongdin orsakað av koronufarstóttin hevur viðvirkað til vøksturin í talinum á teimum svøltandi.

 

– Heimsfarsóttin vísir okkum veikleikar í okkara matvøruskipanum, og tað hóttir lívið og tilveruna hjá fólk kring heimin, skrivar ST í frágreiðingini.

 

Í 2015 samtyktu ST londini eina ætlan um, at øll hungarsneyð í heiminum skuldi verða útruddað í 2030.