Korona: Nú gongur væl í Danmark

Í løtuni eru 32 fólk innløgd á intensivari deild í Danmark, harav 26 eru í respiratori.

 

Í gjár, fríggjadagin, kundi Serum Institut í Danmark kunngera, at danir nú hava havt eitt samdøgur, har eingin er skrásettur deyður av korona-smittuni.

Hetta er ikki hent síðan hin 22. mars í ár.

Talið av fólki, sum eru innløgd í Danmark í løtuni orsakað av farsóttini, er eisini minkað við tíggju niður í 137.

Tilsamans er nú 537 fólk í Danmark skrásett at vera deyð av korona.  Í løtuni eru 32 fólk innløgd á intensivari deild, harav 26 fólk eru í respiratori.