Dysturin í Burn deildini millum Team Klaksvík og H71, sum skuldi verða í morgin, hósdagin 24. september, er útsettur vegna sóttarhaldið, sum hevur rakt næmingarnar á Glasi.
H71 boðar frá, at fimm spælarar hjá H71 eru raktir av sóttarhaldinum á Glasi. Tí verður dysturin móti Team Klaksvík fyribils útsettur.
Sóttarhaldið á Glasi hevur eisini rakt fótbóltin, har dysturin millum Víking og AB, sum skuldi verða í kvøld, er fyribils útsettur, tí seks spælarar hjá AB eru raktir av sóttarhaldi. Hartil verður HB uttan Samuel Chukwudi komandi tíðina, tí hann skal í sóttarhald. Ein floksfelagið hevur fingið staðfest smittuna.