Korona: Størsta tal í tvær vikur

Seinasta samdøgur hevði Noreg 425 nýggjar covid-19 tilburðir, og hetta er størsta smittutal seinastu tvær vikurnar.

 

Noreg hevur nú um midnáttarleitið kunngjørt nýggj smittutøl, og seinasta samdøgur eru tølini ikki serliga pen. Talið av nýggjum tilburðum var nevniliga 425, sum er 161 tilburðir fleiri enn dagin fyri - og 154 fleiri enn sama dag í síðstu viku.

Seinast, Noreg skrásetti so nógvar smittutilburðir eftir eitt samdøgur, var hin 20. og 21. januar við ávikavist 422 og 431 tilburðum. Seinastu sjey dagarnar eru staðfestir tilsamans 1.753 nýggir smittutilburðir í Noregi. 

Í Noreg hava nú 221.819 fólk fingið fyrru covid-19 koppsetingina - og 66.178 fólk hava fingið hina seinnu. Í dag liggja 80 koronu-sjúklingar á norskum sjúkrahúsum, og samlaða talið av deyðum er nú komið upp á 592.

64 prosent av teimum deyðu í Noregi eru í aldursbólkinum, sum er fyltur 80 ár. Í aldursbólkinum, sum er 50 ár og yngri, eru fráboðað tilsamans níggju deyðsføll. Samlaða talið av smittutilburðum í Noregi er nú komið upp á 66.236.